Bøndur í ES-londunum eru í øðini, tí ES-nevndin hevur skotið upp at skerja stuðulin til teir bøndur, sum dyrka sukurrøtur.
Fyrradagin savnaðust fleiri hundrað bøndur úr Spania, Portugal, Italia og Írlandi uttan fyri ES-borgina í Bruxelles. Teir róptu ókvæmisorð eftir týska kommiserinum Franz Fischler, tí tað er hann, sum er komin við uppskotinum um at skerja sukurstuðulin. Men hann lat seg ikki ávirka. Kommiserurin vísti á, at sukurprísurin í ES-londunum er tríggjar ferðir hægri enn prísurin á heimsmarknaðinum. Stuðulin til ES-bøndurnar ger, at sukur úr londum uttan fyri samveldið kann ikki kappast á ES-marknaðinum, Eingin kapping ger, at fólk í ES-londunum alt ov nógv fyri sukrið, segði Franz Fischler.
ES-londini framleiða sum er góðar 17 milliónir tons av sukri um árið, men ætlanin hjá kommiserinum er, at framleiðslan skal niður á góðar 14 milliónir tons um fýra ár.