Steðgurin hjá Rógva Jacobsen á beinkinum var ikki drúgvur. Ein tíma uttan landsliðsbólt í Sveis var alt, tí mikudagin var hann aftur millum teir fyrstu ellivu, og sjálvur var hetta sjálvsagt nakað, sum Rógvi fegnaðist um.
- Eg eri bara glaður fyri, at eg slapp inn á liðið. Tað var uppgávan hjá mær, og eg eri fegin um, at tað eydnaðist.
Men uppgávan hjá tær var ikki tann sami hesaferð. Tú var kanska líka nógv miðvallari sum álopsleikari?
- Ja. Útgangsstøðan var, at tá vit høvdu bóltin, skuldi eg vera í álopinum, meðan eg skuldi hjálpa miðvøllinum í verjustøðu. Tað kostaði nokk so nógva renning, so tað var ikki altíð, at eg tíð at koma fram, tá vit vóru í álopi og øvugt.
Og tú sá eisini rættiliga pøstur út, tá venjarin framdi útskiftingina?
- Ja. Hatta kostaði nakrar túrar. So eg var rættiliga troyttur, segði Rógvi Jacobsen at enda.