Vælnøgdir við róðurin

Jón Kamar, Eli og Benjamin rógva allir tríggir við Fípuni Føgru úr Klaksvík. Teir endaðu á einum øðrum plássi bert lítlan skut aftan fyri Blik av Argjum.
? Vit eru nøgdir við róðurin í dag, eru teir tríggir á einum máli um.
Men samstundis siga teir, at starturin hjá teimum ikki var av teimum bestu.
? Vit hava sjáldan góðan start, sigur Jón Kamar, og hinir nikka samtykkjandi.
Hetta var triðju ferð, at Fípan Fagra kom inn sum nummar tvey, men hetta var fyrstu ferð, at teir vóru so stutt frá fyrstaplássinum.
? Vit hava verið sera svingandi í ár, men í dag var rættuliga spennandi, siga teir.
Vestanstevnuróðurin hevur givið teimum gott mót, og vóna teir, at tað fer at eydnast teimum at vinna á ólavsøku.
? Tað hevði verðið ein super endi á hesum kappróðrarárinum, siga teir tríggir Jón Kamar, Eli og Benjamin.