Ung, sum hava trúgvandi foreldur, fáa ov lítið at vita um kynslívið, og tað sæst aftur seinni í lívinum, siga norskir serfrøðingar. Gro Isachsen, sum er serkøn í kynslívi hjá fólki, sigur við NTB, at nógv trúgvandi í Noregi hava trupulleikar við kynslívinum. Sjálv fær hon vitjan av nógvum, sum hava trupulleikar við tí kynsliga, og tey flestu eru úr trúgvandi heimum, sigur hon.
-Tey flestu, sum hava trupulleikar við kynslívinum, eru úr trúgvandi heimum, sigur Gro Isachsen.
Fríkirkjupresturin Dag W. Hauketo Stang kennir eisini trupulleikarnar. Hann sigur við NTB, at nógv ung fáa sín fyrsta kunnleika til kynslívið frá fjølmiðlum ella internetinum.
-Eingin sigur teimum, at kynslívið kann vera ein spennandi partur av samlívinum millum mann og kvinnu. Ístaðin fyri fáa tey at vita, at kynslívið hoyrir til hjúnarlagið, sigur hann.
-Hesa áskoðanina hava tey við sær inn í hjúnarlagið, og tað kann elva til trupulleikar, sigur presturin.