POLITIKKUR
Í Gundadali vann andstøðan 6-4 móti samgonguni í fótbólti. Tá vóru ellivu móti ellivu á vøllinum. Á politiska stríðsvøllinum á Føroya løgtingi hevur samgongan 21 tingmenn, og andstøðan hevur bert ellivu í sínum parti. Alt annað líka eigur hetta at geva samgonguni ein fyrimun. Og so var eisini týsmorgunin, tá viðgerðin av løgmansrøðuni byrjaði. Teir 21 tingmenninir funnu til tíðir okkurt at vera ósamdir um, men tað var sjáldan meira enn longdini á flogvallabreytini í Vágum.
Samfelagsfrøðingurin Jóannes Hansen helt í Útvarpi Føroya fyri, at hveitibreyðsdagarnir ella hunangsmánaðurin hjá samgonguni var ikki meira enn akkurát liðugur.
Og tað hevur kanska heldur ikki verið so nógv tíð at finna ósemjur. Tá 21 tingmenn eru so samdir, var tað eisini so sum so at vera eygleiðari hendan týsmorgunin.
Politisku framsøgufólkini hjá samgonguni róstu hvørjum øðrum dúgliga, og flokkarnir tóktust eisini at nærkast hvørjum øðrum í sjálvstýrisspurninginum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Harður kritikkur
Fremsti kritikkarin og tann mest ósamdi við orðingarnar í løgmansrøðuni var ikki heilt óvæntað Høgni Hoydal. Hann helt ógvuliga lítið um ætlanirnar hjá samgonguni. Flestu orðini í løgmansrøðuni passaðu ikki væl til hugsjónirnar hjá Høgna Hoydal. Hann segði millum annað, at løgmansrøðan var lítið ítøkilig, var á skeivari kós í fullveldismálinum og breiða semjan hevði sett í ?frígear?.
Var Høgni Hoydal harður móti samgonguni, so fekk hann minst líka nógv aftur. Tá samgongutingmenn ikki innanhýsis hava so nógv at vera ósamdir um, so duga í øllum førum at vera samdir um at vera ósamdir við Høgna Hoydal. Fyrstu tímarnir av viðgerðini var eitt langt orðastríð millum Høgna Hoydal og hansara nærmastu móti breiðu semjuni. Stríðið byrjaði longu, tá ið Høgni Hoydal fanst at, at Jóannes Eidesgaard ikki var møttur upp, tá viðgerðin byrjaði. Síðani gekk tað slag í slag við politisku orrustini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Í fleiri dagar
Fólk, sum ikki fingu fylgt við týsmorgunin, hava einki at vera bangin fyri. Viðgerðin av løgmansrøðuni heldur á í fleiri dagar afturat. Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevur sett viðgerðina av løgmansrøðuna á skránna fram til fríggjadagin. Viðgerðin verður avbrotin hósdagin, tá ætlanin er at byrja viðgerðina av fiskidøgunum.
Fyrstu løtuna týsmorgunin var ikki líkt til, at viðgerðin fór at gerast serliga drúgv, men royndu politikararnir á tingi rokna kortini við, at tað verður drúgt, hóast áhugin fyri at gera viðmerkingar ikki tykjast at vera serliga stórur.