Landsjúkrahúsið, so vit fáa eitt uppaftur betri Landsjúkrahús, har sjúklingurin er í fokus – og ikki eitt arbeiðspláss, bara fyri at hava eitt arbeiðspláss. Tað er ikki minni enn ein vanlukka fyri tað føroyska [...] gjalda høga prísin fyri, við ikki at fáa atgongd til eitt sosialt nærumhvørvi, men skulu virka í einum hagaumhvørvi og ongamannalandi millum seyð og gæs - syrgiligt. Í løtuni hava vit trý sjúkrahús í Føroyum [...] føstum sambandi – góðir vegir og akfør. Tí er grundarlag fyri at fremja rationaliseringar og skipa almenna geiran betri og bíligari. Skulu vit framhaldandi tryggja eitt kappingarført vælferðasamfelag,
ovurhonds stóran týdning fyri stríðið um FM-heitið. Karmarnir til dystin vóru optimalir, og lat tað verða sagt beinan vegin, at spælararnir livdu upp til hesar karmar, og vit fingu 60 minuttir, ið vóru [...] og í hinum endanum stóð verjan sum ein múrur, og aftan fyri múrin stóð ein annar múrur, nevnliga Fríða Petersen í málinum, sum legði bragdliga fyri í oddadystinum. VB fekk als ikki gongd á álopsspælið hjá [...] fótin fyri seg. Tær bardu seg upp á javnt, og tær narkaðust alsamt sigrinum aftur. Ikki minst var tað verjan hjá Stjørnuni, sum hesa løtuna var heilt framúr, ið gjørdi sítt til, at tær komu fyri seg aftur
syrgdi tann visuelli parturin hjá Anker Eli Petersen, sum eisini eigur flestu tekstirnar, fyri. Á løriftinum aftan fyri pallin koyrdi nevniliga ein ljósmyndarøð, sum Anker Eli hevði latið úr huga og hondum [...] D. Olsen Álvur Haraldsen Í sambandi við at bólkurin er fløguaktuellur í hesum døgum, varð skipað fyri konsert fríggjakvøldið, har høvi var at hoyra nógvar av nýggju sangunum. Hóast boðað var frá eini [...] myndin til sjóndar, og tann eftirhondini eyðkendi stílurin hjá Anker Eli, ið bert hann megnar at skapa, varð hildin allan vegin. Í støðum í tí samfelagsrevsandi partinum kanska í so forerandi, so at á
vera við til at skapa teir karmar, ið skulu til fyri at fáa menniskjaligan, sosialan og fíggjarligan vøkstur í okkara vakra land, Føroyar. Birita á Løgmansbø Bláhamar løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi [...] tær/teir ynskja tað. 1 ára barsilsloyvi Eg vil arbeiða fyri at fáa longt barsilsloyvið til eitt ár við løn. Vit mugu bjóða okkara minstu eitt samfelag, har vit virðismeta pinkubarnatíðina og hjúkla um tey og [...] og familjumynstri best. Herda revsing fyri seksuellar brotsgerðir ímóti børnum Eitt mál, sum liggur mær hjartanum nær, er at arbeiða fyri at fáa hert revsingina fyri seksuellar brotsgerðir ímóti børnum.
føroyingar ynskja. Politikarar eiga at skapa karmar fyri allar føroyingar, sum er til frama fyri alla tjóðina. Ein tryggur vegur at røkka hesum er at gera lógirnar eins fyri øll. Hetta eru mál, sum skulu røkkast [...] vinnan er nú før fyri at gjalda meira fyri fiskin enn áður. Uppboðssølan skapar eisini umstøður fyri, at øll, sum vilja, kunnu koma at fiskinum og byrja egna fyritøku og harvið skapa nýggj arbeiðspláss [...] hægsta prísin fyri fiskaúrdráttir, tí vit ikki kunnu tryggja okkum rávøruna frá føroysku skipunum. Men við einum útflutningssáttmála við høgum prísum í hondini ber til at gjalda meira fyri fiskidagarnar
spreingja karmar. Kári Sverrison hevur fýra eyðkendar kraftmiklar oljumálningar, Tróndur Patursson hevur serliga ein góðan grønan, Eyðun av Reyni, Amariel Norðoy og Øssur Mohr eru litfagrir, sum vit kenna [...] r. Uppafturkomin síggja vit Hanni Bjartalíð, sum altíð hugtekur. Gott hugflog og altíð okkurt øðrvísi. Hesaferð hevur hann sett smáar søgur í rammur við rúmi, har pláss er fyri smáum lutum. Søgur, sum [...] og tað dámar mær væl. Tað er stuttligt at síggja, hvussu tey ungu vísa, hvussu evnarík listafólk, vit eiga, sigur Helgi Fossádal, sum sjálvur kallar framsýningina ta frægastu í nógv ár. Musikkur av Reyni
av næmingum søkjur inn, so har er grundarlag fyri nógvum munagóðum. Vit eiga at leggja okkum eftir er at menna útbúgvingar, ið kunnu verða áhugaverdar fyri vinnuna at taka lut í. Hetta setur sjálvandi [...] altjóða fróðskaparsetur skal liva upp til nøkur krøv, bæði innan góðsku og karmar. Hetta skulu vit eisini tryggja. Góðskan á tí, ið vit bjóða næmingum og granskarum skal vera eftir altjóða krøvum, ið er staðfest [...] útbúgving, gransking, góðskutrygging og øðrum átøkum, herundir marknaðarføring. Hesum skulu vit arbeiða fyri, at fáa uppá pláss. Útbúgving og gransking hanga saman. Tær útbúgvingar, ið eru á setrinum í
demokratiskar stovnar í landinum. Ungarska stjórnin syrgdi fyri, at tjóðbankin í landinum ikki longur kann virka óheft. Hon syrgdi eisini fyri at avmontera tann stovnin, sum varð mettur at vera búskaparligur [...] gjaldføri, har piparið grør. Bankarnir vilja hava fæið hjá landskassanum á bók hjá sær fyri at fáa feita provisjón fyri røktina. Teir hugsa aleina um egin áhugamál. Landsbankin hevur sambært lóg røkt fólksins [...] umsitingina av fiskiríkidøminum er eisini langt síðan horvið. Vit áttu at havt lært av 80’unum, men alt kemur aftur, sum verið hevur fyrr, um vit ikki vilja læra. Politiska kósin nú er líka bløðandi skeiv
als ikki hevur meiriluta í fólkinum fyri sínum ætlanum. Seinasta og einasta høvi vit fáa til at steðga slíkum óðamannaverki, er at nýta fólkatingsvalið, í staðin fyri lovaðu fólkaatkvøðuna um nýggja grundlóg [...] stóra ómegd. Vit mugu ásanna, at hesi seinasta nærum fýra árini, er ein ógvusliga stórur partur av okkara skattapeningi nýttur ella rættari misnýttur heilt ábyrgdarleyst, og uttan at vit hava sæð nakað [...] nakað ítøkiligt úrslit. Aftaná nærum 4 árs arbeiði fyri ótaldar milliónir krónur hava vit ikki so frægt sum hoyrt eitt einasta orð um, hvørjar ætlanir politikarar hava, uttan tær, at teir skulu fáa evsta vald
herðaklapp fyri at nú á triðja sinni at skipa fyri einum so stórum og fjølbroyttum fótbóltstiltaki. Hetta er so nógv meira enn ein fótbóltskapping, Hetta er eitt framúrskarandi mentanartiltak fyri føroysk [...] komið fyri at vera! Og tað skulu tit hava so stóra tøkk fyri. At tað við Intersport Summar Cup er eydnast at savna børn og ung úr øllum Føroyum í Gundadali, á Argjum og á Tórsvølli í dag, eru vit í høv [...] spæl, eitt samanspæl, har allir leikarar hava júst líka stóran týdning fyri liðið. Summi spæla har frammi og gera mál, onnur skapa spælið á miðjuni og verjan er alt avgerandi, og sjálvandi eisini málverjin