Einkarrætt á ílegum, hvør torir at taka støðu?

Gisela Eliasen, stud.scient.mol-bio
Bogi Eliasen, cand.scient.pol



Einkarrættur og einkarrættarskipan eru vit á okkara leiðum von við, men skipanin rakar, eins og flestar aðrar, á mørk. Eitt øki á markinum er einkarættur ella patent á ílegum. Í seinastu grein greiddu vit frá ymsum hug-sjónum í ílegugransking. Hesi grundstøði hava stóra ávirkan á støðutakanina til einkarrættin í mannaílegum.
Henda greinin tekur støði í, at vit eru partur av Danmark, at einkarrættur er ikki yvirtikið málsøki og at Danmark er bundið at ES direktivum á hesum øki. M.a Morten Dige, som situr í danska bioetiska ráðnum hevur víst á, at fleiri trupulleikar eru viðvíkjandi ognarætti av ílegum.
Ílegulógin krevur støðutakan
Við nýggju ílegulógini og vónandi komandi raðferstingini á økinum komandi árini, gerst neyðugt at taka støðu til, hvat skal loyvast og ikki í Føroyum. Ein partur av hesum er patent ella einkarætturin.
Danmark er sum sagt bundið av ES á økinum, meðan vit ikki eru tað, men einkarrætturin er heldur ikki yvirtikin. Einkrættur er undir Vinnumálaráðnum og lóggávan er ikki dagførd síðam 1978.
Danmark hevur valt at seta í verk lógir á biotøkniliga einkarrættarøkinum, sum eru so at siga einsljóðandi við ES direktivið, fyri ikki at koma í tulkingartrupulleikar. Einkarrættur hevur tað virknið, at tað skal verja uppfinningar, soleiðis at lønsemi kann fáast burtúr. Sigast kann at einkarrætturin er við til at tryggja, at váðafúsur kapitalur er í gransking.
Tá talan er um ílegugransking, er tað t.d. viðurskiftini millum einkarrætt og siðsemi og ognar-rætt og mannaílegur. Danski heimsspekingurinMorten Dige, vísur á, at talan er um tvær síður í hesum trupuleikanum:

1) Talan er um tað biotøknisku síðuna, ið sær DNA sum evnafrøðiligsligar sambindindgar, og gevur hetta størri møguleika at fáa einkarætt.
2) Ikki biotøknisíðan, her er talan um trý høvuðssjónarmið um hví DNA er meira enn evnafrøðisligar sambindingar.
i) ìlegur eru nakað serstakt
a) Skapanarteologi, ílegur eru Guds verk
b) Djúpdarvistfrøði, ílegur er tað livandi lívið og lívsins gáta.

ii) Ílegur eru serstakar
a) Skapanarteologi, ílegur er skaptar av Gudi í Guds mynd, og tí serstatus
b) Humanistiskt sjónarmið, menniskja hevur virðing (tign) og tí hava ílegurnar serligan status

iii) Tilverufilosofiskt, ílegurnar hjá tí einstaka eru tengdar at tí einstaka lívinum, og tí hava ílegurnar serligt krav um verju.
Lógarkarmar fyri einkarrætt
Tað var í 1980 í USA at hurðin til einkarrætt á ílegubroyttum mikroverum bleiv latin upp. Í tí kenda dóminum í málinum millum Diamond móti Charabatsky, vóru fimm dómarar fyri og fýra ímóti at loyva einkarætti á eini ílegubroyttari mikroveru. Tí ber til at siga, at tulkingin hjá einum tilvildarligum dómara legði lunnar undir hesum møguleika tá.
ES londini eru bundin av eini rammulóg ella direktivi á hesum øki. Tað merkir at ES setir karmarnar, og síðan kunnu limalondini lóggeva ymisk innanfyri karmarnar, men ikki í stríð við hesar.
Direktivið er ment við støði í nøkrum almennum viðmerkingum. Viðmerkingarnar kunnu sigast at vera framskygdar (visionerar) og tríggjar visiónir hómast.

1) Politiska skipanin ynskir at skapa rammurnar fyri biotøkniligari vinnu í ES og tryggja lagaligar treytir fyri ílegum við einkarætti.
2) Vísindin, visónin um at skapa tað góða lívið.
3) Ídnaðurin, er partvís idealistisk, men avgerðandi er inntøkumaksimering.

Danska einkarrættarlógin er gjørd innanfyri ES karmarnar. Danmark valdi at endurskoða einkarættarlógina soleiðis, at parturin um rættarliga verju av biotøkniligum uppfinningum er beinleiðis kopieraður frá ES direktivinum. Hetta fyri at burturbeina alla ótta um at samsvar ikki er.
Í føroyskum høpi er at siga, at økið ikki er yvirtikið og er afturútsilgt. Arbeitt hevur verið við at yvirtaka økið, og hóast arbeiðið var at kalla liðugt, steðgaði tað upp við seinasta løgtingsval. Sigast kann, at lógarverkið vit hava, als ikki er tíðarhóskandi.
Einkarrættur í biotøkni
Tá talan er um einkarætt, verður vanliga skilt ímillum uppfinningar og uppdagingar. Í biotøkn-ini kámast hetta markið, tí talan er um kopiering av nátturligum fyribrigdi, sum verður ført fram sum uppfinning. Sigast kann at hetta ger, at DNA verður lutliggjørt - ella gjørt ítøkiligt
Fyri at meta um einkarætt í ílegum er tí m.a. neyðugt at meta um, um talan er um uppfinning ella uppdaging, um tað er náttúrligt ella eftirgjørt og um sambandið við livandi verur og persónar.
Í kapitli 6 í omanfyrinevnda ES direktivi stendur, at uppfinningar ikki mugu verða ósømiligar sambært almmennu fatanini í samfelagnum. Hetta verður rópt "siðsemis-paragraffin", tí einkarættarmyndugleikin skal gera eina konkreta meting um uppfinningin er innanfyri siðsømiligt mark. Eitt dømi hesum viðvíkjandi kundi verið broyting, soleiðis at komandi foreldur sluppu at velja kynið á barninum.
Biotøknilig og medisinsk virði
Sum sagt hevur ídnaðurin síni áhugamál, meðan gagnsiðsemið, sum okkara samfelag í stóran mun er bygt á, skal hugsa um hvørji virðir samfelagið fær burturúr. Hetta kunnu verða møguleikarnir fyri betri og bíligari vigerðum og soleiðis møguleikin at brúka pening, sum í dag er bundin í heilsuskipanini, til annað.
Flestu eru samd um, at íløguhugurin í uppfinningar er tengdur at møguleikanum fyri einkarætti, sum gevur møguleikan at vinna pening burturúr. Men verandi einkarrættarkipan er trupul í mun til biotøkni, tí tað er tíðarkrevjandi at fáa einkarætt og loyvir í einkarrættsskipanini, og menningin í biotøkni er so skjót, at tíð ikki er til hesa viðgerðartíð. Her skal samfelagið eisini taka støðu til hvørji virðir eru mest umráðandi, t.d. at tryggja fyritøkum inntøkur umvegis einkarætt ella t.d. at brúka biotøkni til betri landbúna í 3. heims londum, og soleiðis brúka tøknina ímóti fátækradømi.
Tá talan er um einkarætt í biotøkni, tykist tað at verða mest semja um, at tað er í lagið, tá talan er um viðgerð av álvarsomum sjúkum. Men tað gerst trupult, tá vit flyta okkum inn á økið, tá endamálið við biotøkni gerst at betra um menniskja, altso tá fokus fer frá leking til betring.
Lutligsgering - ítøkiliggering
At geva einkarætt til ílegur, er at geva eitt slag av ognarrætti í ílegur og upprunakyknur. Morten Dige vísur á, at John Locke filosofiskt vísti á, at einstaklingar hava rætt til tað, sum teir hava skapt ella virðisøkt við arbeiði. Men tá vit geva einkaætt í ílegum, geva vit einkarætt í eginvirðið náttúrinnar, sum er ein felags mannaarvur, ið verður lutliggjørdur. Hesin kritikkurin í biotøkni roynir at mótvirka, at ílegur og upprunakyknur verða koyrdar beint á marknaðin.
Einkarrætt til bróstkrabba
Ein av aktuellu trupulleikunum er einkarætturin til BRCA1 og BRCA 2 ílegurnar, sum verða settar í samband við bróst- og eggrótakrabba. Amerikanska felagið Myriad Genetics hevur einkarrættin í USA, Canada og Japan og nú eisini í Evropa. Einkarætturin hevur við sær, at einstakligurin ikki sjálvur avgerð, um ílegurnar skulu kannast fyri broytingar og at (framleiðslu)virkið í veruleikanum hevur ognarrættin. Trupulleikin er, at einstaklingurin ikki frítt kann velja um ella hvussu kanningar skulu gerast og setir hetta tær avgerðir, einstaklingurin skal taka viðvíkjandi sjúkuvanda, viðgerðarvanda og hvør skal ráðgeva, í ein vavstur,
Eru ílegur vørur?
Sigast kann, at trupulleikar kunnu standast av at geva vørueinkarrætt í ílegum og upprunakyknum. Til ber at avmarkað møguleikarnar fyri einkarætti í størst møguligan mun, men tað er tengt at virðinum, vit leggja aftanfyri avgerðirnar. Her kunnu verða mótstríðandi áhugamál, sum t.d. einkarrætt fyri at fáa íløgur, medisinsk fyri at betra um heilsuverkið og átrúnaðarligt og siðsemiligt í mun til fólksins hugburð á økinum. T.d. kann tað tala fyri, at hava víðar ræsir fyri einkarætti í ílegum, fyri at fáa kapital og gransking hendan vegin, men einkarætturin kann elva til at uppfinningarnar ikki kunnu gagnnýtast nóg væl, tí tær gerast ov dýrar, orsakað av einkarrættverjuni, og at vit fáa siðsemiligar trupulleikar í samfelagnum.
Einkarættur í biotøkni er eitt trupult evni, sum nógv verður kjakast um kring heimin. Politikkarar í einstøku londunum gera av, hvat skal verða lógligt og ikki á økinum, t.d hvat ber til at fáa einkarrætt á. Tað er givið, at teir ikki hava servitan á økinum, men mugu stuðla seg til t.d. siðsemisnevndir. Í Danmark er t.d eitt serligt Bioetisk råd, sum viðger hesar spurningar. Men niðurstøðan hjá slíkum ráðum er eisini tilvildarlig soleiðis at ásjónin hjá teim limunum, sum sita eitt ávíst tíðarskeið, er avgerðandi fyri niðurstøðurnar í sama tíðarskeiði. Onnur tilvild var sum sagt. ein dómur í USA, har fimm vóru fyri og fýra ímóti.
Danskt málsøki í ES hami
Arbeitt var i farnu samgongu við at yvirtaka málsøkið einkarrætt-ur, men arbeiðis steðgaði tá val bleiv skrivað út. Sjálvt um fyrireikingarnar sum so vóru lidnar, er arbeiðið ikki tikið uppaftur. Í Føroyum standa vit í dag í tí støðu, at vit hava fyrndargamla ikki dagførda danska lóggávu á økinum. Spurningurin er, hvat vilja vit? Vilja vit ílegugransk-ing, kann tað tykjast bakvent ikki eisini at vilja stýra einkarrættinum, sum er sera avgerðandi á økinum. Men vit kunnu eisini velja bert at kopiera donsku lóggávuna, sum so aftur er kopierað frá ES, og soleiðis hava ES standard í Føroyum. Tað er uttan iva ein løtt loysn, sum ikki krevur grundleggjandi umhugsni viðvíkjandi virðinum, vit ynskja okkara biotøkni at fylgja. Hinvegin gevur tað ikki okkum tann fleksibilitet at gagnnýta okkara sermerkir. Tað kann skjótt verða at vit í evarskalítlu Føroyum hava onnur áhugamál enn stór-londini og teirra risafyritøkur í ES. Men tað kann eisini verða at vit ikki koma at hava tað. Provokerandi kann eisini spyrjast, um tað er nøkur orsøk at yvirtaka eitt málsøki, um ætlanin bert er at kopiera donsku lóggávuna og broytingarnar í henni, sum koma umvegis ES broytingar. Leggjast skal afturat, at áskoðarnirnar í ES á hesum økið eru ógvuliga ymiskar, og tí er talan um kompromisloysnir.
Føroyar afturútsigldar
Støðan hjá okkum gerst so ikki verri enn í dag. Í okkara vanliga falska status quo hugaheimi, halda vit, at heimurin stendur í stað, um ikki vit gera broytingar, og soleiðis hava vit ein avoldaða lóggávu á økinum, sum slettis ikki tekur støðu til møguleikarnar og avbjóðingarnar í dag í biotøknini. Støða skal takast til, um vit ynskja at yvirtaka málsøkið og soleiðis hava størri møguleika at innrættað eftir okkara viðurskiftum, ella vit bert skulu fylgja ES/Danmark og dagføra so hvørt tey dagføra - hava minni umsiting, færri trupul ting at taka støðu til, og tryggja okkum at vit fylgja ES standardi. Men tað tykist givið, at líkamikið um vit velja at yvirtaka málsøkið, ella lata tað verða á donskum hondum so verður tað sum partur av evropeisku skipanini og koma vit tí eisini at fylgja reglunum. Talan er um at yvirtaka myndugleikan, ikki at byggja upp fullfýggjaða einkarrættarskipan.
Men tað merkir ikki, at lógarverkið ikki skal dagførast, tað má hon.
Status quo er ikki til, so broytingar skulu gerast&.tora vit tað á hesum torskilda øki?

Kelda . Morten Dige, Humane Gener, patenter og etik: 2004