Barnaleikur og útileikur er seinnu árini vorðin partur av ólavsøkuni og so er eisini í ár.
Við sjónleiki og tónleiki og saman við børnunum fara Dánjal Kagadingdingkagadingdingkagadum, Búi Sibbidibbidimdimdubadabadamog Sofía Sofía bingbangbong eina ferð inn í eitt ævintýraland. Eitt ævintýraland har alt ber til.
Í tíðindaskrivi siga leikararnir, at; tað stuttliga við ævintýraferðini er, at har sleppur tú at spæla við, syngja við, hjálpa okkum at loysa gátuna og royna tey stuttligu ljóðførini eftir sýningina. Eisini fær tú møguleikan at ogna tær spildurnýggju fløguna, Alt ber til.
Hetta er triðju ferð Ævintýraferðin er á ferð á ólavsøku og hesaferð verður ferðin sjálvandi nýggj, bæði søgugongdin og tónleikurin. Leikurin hevur ein kláran reyðan tráð og eitt greitt innihald. Tó er leikurin gjørdur broytiligur og fleksibul við tí fyri eyga at draga børnini inn í leikin so nógv sum gjørligt, uttan at reyði tráðurin verður kvettur.
Sagt verður, at sjónleikur og serstakliga tónleikur, sum børn sjálv eru við til at skapa, letur upp fyri loynikrókum hjá børnum og fær tey at mennast.
Hví ikki royna tað á ólavsøku?, spyrja leikararnir.
- Vit vóna at sleppa at framføra fyri øllum børnum og barnsligum sálum á ólavsøku og gleða okkum at síggja tykkum, siga leikararnir.
Leikurin verður vístur hesar dagarnar:
Hósdag 27. juli kl. 16.00
Ólavsøkuaftan kl.15.00 & kl.17.00
Ólavsøkudag kl.15.00 & kl.17.00
Sunnudag 30. juli kl.16.00
Ævintýraferðin alt ber til.