Einki broytt á Eystaru bryggju

Býráðsfundurin hjá Tórshavnar býráð hóskvøldið gjørdist ein stór álitisváttan til ætlaðu byggingarnar á Eystaru bryggju, hóast mótmælini hava verið nógv

BÝRÁÐSFUNDUR

Tað var ikki øll verðin av málum, sum skuldu avgreiðast á býráðsfundi hósdagin. Eftir røttum skuldi hesin býráðsfundurin verið annar partur av honum fyri nøkrum vikum síðani, og alt átti næstan at verið samtykt einmælt. Men fáu áskoðararnir í salinum fingu eitt sindur av undirhaldi kortini.

Tað var eykajáttanarlógin hjá Tórshavnar havn fyri 2002, ið fekk størstu umrøðuna á fundinum. Hendan skal saman við eykajáttanini til kommununa samtykjast av býráðnum tvær reisir innanfyri fáar vikur.

Síðani seinasta fund hevur málið um byggingina á Eystaru bryggju verið endavent í fjølmiðlunum. Bæði løgregla, stjórin á Strandferðsluni og nú eisini Landsverkfrøðingurin í einari almennari frágreiðing til Vinnumálaráðið hava gjørt við sína ónøgd og stóra iva í sambandi við verktætlanina, ið flestum kunnugt inniber at skapa pláss til nýggju Norrønu og nýggja Suðuroyarskipið við Eystaru bryggju í Havn.

Hetta eru tó ikki útsagnir, ið nerva hugsunarnar hjá størsta partinum í Tórshavnar býráð, tað allarminsta.

?Tað gongur nokk, segði Tórfinn Smith, býráðslimur, m.a, og hesum er Tórshavnar býráð púra samt við honum ? undantikið Hildur Eyðunsdóttir og Elin Lindenskov.

Hóast málið ikki var til viðgerðar, so má niðurstøðan vera, at byggingin í sambandi við nýggju Norrønu og nýggja Suðuroyar skipið fekk eina dykka álitisváttan frá býráðnum, nú ákoyringarnar hava verið so nógvar.

Vanliga fatanin var eisini, at málið hevði fingið eina skeiva vend í fjølmiðlununum, og alt er, sum tað skal vera.

Hildur einsamøll
Býráðsfundurin útviklaði seg skjótt til eina uppgerð millum Hildur Eyðunsdóttir, býráðslim fyri Tjóðveldisflokkin, - partvíst saman við Elini Lindenskov ? móti restini av býráðnum í Havn.
Hildur segði seg vera undraða um, at hesar ætlarnirnar bert hildu fram sum einki var hent, tá hugsað varð um seinastu útmeldingarnar frá m.a. løgregluni, sum metti tað fór at enda við ferðslukaos í sambandi við teir tímarnar, tá Norrøna serliga skuldi fyllast við bilum og ferðafólki.
Hetta skyldast serliga teirri orsøk, at Norrøna tekur fleirfaldað fleiri bilar, enn pláss er fyri á Eystaru bryggju.
Hildur Eyðunsdóttir endaði við rygginum móti múrinum. Tann einasta, sum rættiliga kundi sigast at vera í hennara parti, var Elin Lindenskov, men hon tók ikki so ofta til orðanna á býráðsfundinum sum Hildur. Hinvegin nýtti Hildur alla sína givnu talutíð. So nógv, at borgarstjórin steðgaði henni at tosa meira, tí sambært viðtøkunum hevur hon óavmarkaðan rætt til talutíð.
Hildur helt tó fast við sítt og víst á sína ónøgd við støðuna, ið hon eisini hevur borið fram í fjølmiðlunum undan býráðsfundinum.
Hon metti og metir framvegis, at ov nógv ivamál og spurningar kunnu setast við verkætlanina, serliga tá hugsað verður um frágreiðingina frá Landsverkfrøðinginum.
Hon sigur seg í tí sambandinum hava borið Vestmanna upp á mál sum eitt alternativ.
?Hóast ein skeiv íløga møguliga er gjørd, so hjálpir tað einki at halda fram við hesari skeivu gongdini, sigur Hildur Eyðunsdóttir.

Semja
Sum nevnt gjørdust hugsanirnar hjá Hildurin Eyðunsdóttir nakað einsamallar í býráðssalinum, og semjan í býráðnum var størri, enn onkur kanska vildi hildið undan fundinum.
Fyrrverandi borgarstjórin og andstøðulimurin, Leivur Hansen, kallaði rokið, sum verið hevur, fyri ein storm í einum vatnglasi. Hann mældi staðiliga øllum býráðslimum til at sláa kalt vatn í blóðið. Ikki minst hartaði hann partakvinnu sína, Hildur Eyðunsdóttir, fyri hennara útsagnir um at møguleikan at flyta Norrønu til Vestmanna og úttalilsir um Havnanevndina hjá býráðnum.
Útspælið frá Landsverkfrøðinginum helt Leivur og flest øll í býráðssalinum lítið um.
?Vit hava eisini aðrar ráðgevar, sum ikki eru samdir við Landsverkfrøðinginum, segði Leivur Hansen.
Eingin ótti var fyri øsing og enn minni fyri at missa Tinganes, tí hetta fór ongantíð at koma upp á tal, segði Leivur Hansen.
Borgarstjorin, Leivur Hansen, Jógvan Arge og ikki minst Tórfinn Smith, sum eisini hevur verið formaður í Havnanevndini, tosaðu um, at tað var neyðugt at taka tað róligt. Sannast mátti, at stigið var tikið og skjótt stóð Norrøna í Havn, so skjótt mátti berast at. Eingin var heldur í iva um, at tað nokk skuldi ganga.
Størri forðingar vóru sæddar áður.
Størsti parturin av meirilutanum í býráðnum, ið inniheldur Fólkaflokkin og Sambandsflokkin umframt Tórfinn Smith, sat tigandi tað mesta av fundinum.
Bjarti Mohr tók orðið sum formaður fyri Havnanevndina. Hann vísti m.a. á, at eingin noyddist at stúra fyri Tinganesi, tí hetta varð einki gjørt við. Tankin er heldur ikki nýggjur, segði hann.
Hann vísti á, at Tórshavnar havn áður hevði tikið við ógvusliga stórum avbjóðingum, og hevði tá klárað tað. Soleiðis var hann eisini sannførdur um, at gongdin fór at vera á hesum sinni.
Havnanevndin er sannførd um, at hendan loysnin, ið ætlanin er at fremja, er ein góð og røtt loysn. Nevndin vísir til hópin av kannigararbeiði.
Sostatt ætlar býráðið at halda fram við ætlanunum. Spurningurin um fíggingina frá landinum er enn langt frá avgreittur, og her verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer.
Eitt uppskot um borgarafund um málið var eisini frammi, men tað er óvist, hvør lagnan hjá tí fundinum verður.