Fimm fólk lótu lív í spreinging í Kina

Sambært kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, var spreingingin á einari verksmiðju, sum framleiðir kemikaliir í býnum, Weifang

Í minsta lagi fimm fólk lótu lív, og 19 vórðu særd, tá ein spreinging var í kinesiska landslutinum, Shandong.

 

Tað veit Reuters at siga í dag, og lagt verður aftrat, at feiri fólk eru ikki komin afturíaftur eftir spreingingina.

 

Sambært kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, var spreingingin á einari verksmiðju, sum framleiðir kemikaliir í býnum, Weifang.

 

- Hetta er framleiðsla, sum skal brúkast til nýtslu í heilivágsídnaðinum, veit kinesiska kringvarpið, CCTV.