12 ár saman við abba, sum hvønn dag sat á verkstaðnum, gevur nógv minnir, nú hann er farin. Serliga vil eg minnast, hvussu hann hvønn dag hann var einsamallur á verkstaðnum, altíð sang sangir, sum vøru [...] vøru honum kærir. Sangir sum Eg velji fyrr Jesus og Niðan á heyggin hoyrdi eg hann mangan syngja. Tá eg hoyrdi hann syngja, steðgaði eg mangan á at lurta. At sangurin kom frá hjartanum hoyrdist tíðiliga. [...] nú var í. Stórur saknur er nú ikki at síggja abba sita á verkstaðnum meir. Hvørjaferð eg koyri niðan til Gøtugjógv, og síggji at eingin abbi situr á verkstaðnum ella í stovuvindeyganum, følist tað sera tømt
Nú deyðsboðini so brádliga vóru eftir okkara vini Ditlev Dam, geva vit okkum á serstakan hátt far um, hvønn týdning ein slíkur persónur hevur havt fyri kirkjuna. Og av tí at tað ikki er long tíð fráliðin [...] so koma hesi orðini eisini at galda fyri hana. Eg vil fyri kirkjuráðið í Havnar kirkju bera eina heilsan og tøkk til hesar persónar, sum í orðsins sanna týdningi hava verið kapasitetir í kirkjuliga arbeiðinum [...] var brotið ella farið av lagi, tað veri seg hurðar ella brotnir rútar, okkum nýttist ikki at heita á hann um at umvæla, tí tá hann bar eyga við nakað, sum tørvaði eina hond, so gjørdi hann tað aftur av
verða tikin frá okkum; í mongum førum á ein so meiningsleysan hátt, men ein meining er við øllum, og ongin hevur livað her á jørðini til fánýtis. Eg minnist aftur á eina stórasystur, sum altíð var í gongd [...] summarið sum var á veg, men okkara leiðir eru ikki Hansara leiðir, og eg kann bara takka fyri, at eg fekk loyvi til at vera saman við tær hesar seinastu dagarnar, sum tú hevði heima á hotellinum, har sum [...] teg, tað ráddi um um at nýta tíðina rætt, ikki var neyðugt at sita hendur í favn, heldur fáa okkurt á skaftið so leingi sum man sat niðri. Hetta eyðkendi eisini heimið hjá tær, tá tú búði í Klaksvík, meðan
segði, at babba fór inn á wc og kom ikki aftur, og hann sá ikki lítlu Astu, áðrenn hann fór, og nú er hann deyður. Eg komi til Havnar, sigi eg við Hendrik, legði hornið á og rann inn á wc og spýði, og hugsaði [...] sms frá Hey-abba, har stóð: Hey Asta, abbi ynskir tær hjartaliga tillukku á føðingardegnum. Vónandi fær tú ein góðan dag. Heilsan og nógvar mussar frá ”Hey abba”. Og eg skrivaði aftur: Takk fyri abbi. So [...] Eg minnist væl, tá ið eg møtti verfaðir mínum fyrstu ferð. Tað var á føðingardegi mínum 24. mars 2004. Hann ynskti mær tillukku við einum stórum smíli, spurdi hvat eg fekst við og segði mær, at hann fekst
og Eliesar Jespersen, sum hann var ógvuliga góður við. Åge fór sum ungur í læru til skipstimbrarar á bedingini í Trongisvági, seinni fór hann til Grønlands at arbeiða sum timburmaður í fleiri ár, hann [...] ár, til hann fór frá vegna sjúku fyri 9 árum síðani. Í sínari frítíð dámdi Åge sera væl, at fara út á fjørðin, við báti sínum, at fiska. Hann var ein stillførður maður og ógvuliga blíður at koma at vitja [...] saknurin verður stórur hjá tykkum. Við hesum fáum orðum vil eg lýsa frið um minni um Åge. Hvíl í friði Heilsan Evi
var heilsan farin at bila, men brádligi deyði kemur altið sum eitt sjokk. Ringt er fyri okkum vinum, men hvaðna verri fyri børnini, sum tó heldigvís eru við at vera vaksin og við at kunna standa á egnum [...] fortaldi: »Man sær eitt 10-oyra á botninum sum onki«. Tá var lívsleiðin løgd. Føroya fyrsti froskmaður var ein veruleiki. Barndómsárini vóru ljós og lukkulig, og fóru við kaving á sjónum í svimjibuksum og føroyskari [...] men so líðndi komu myrk skýggj á lívshimmalin hjá Arnbjørn og sakk í djúpan aldudal, men kláraði at kempa seg uppaftur úr lívsins brótasjógvum. Hann fekk hereftir arbeiði á »Blákrossi« í Havn og gjørdi eitt
niðan í svimjihøllina seinnapartar ella út á kvøldið eftir strævnan arbeiðsdag til at mýkja vøddarnar, finna sær hvíld og at vera saman við góðum fólki. Sitandi á ovasta bonki í hitarúminum og harvið við [...] sera illa við, tá tað frættist, at Gudmund Isfeldt, ikki var aftur í aftur komin eftir eina vanlukku á Nólsoyarfirði. Bráddliga runnu fram fyri einum allar tær mongu og góðu løturnar í hitarúminum í Svi [...] við góðum útsýni yvir hetta lívgevandi høli plagdi eg at lýða á, meðan Gudmund lá har gólvinum, saman við øðrum góðum monnum, og smáfilosoferaði ella segði sína hjartans meining um ymisk gerandismál í hø
men hann hevur lagt so nógv eftir seg – á so mongum økjum. Fyri at nevna hetta við málinum, so má eg sjálvur siga, at eg mangan mátti nikka játtandi, tá hann á sín egna hátt bað okkum heldur nýta hesa [...] rættiliga bersøgin, men eg haldi so mangan, at hann hevði rætt, tí hann var ein av okkara bestu bestu á økinum! Eg kann eisini minnast hann frá tíðini í útvarpinum, har hann ikki bara hevði hetta við málinum [...] sum eisini myndaði nógvar og góðar sendingar, ið hava stórt virði! Eg fari at sakna Sonna – serliga á Facebook, har eg mangan fekk góðan íblástur, sum eg takksamur fari at minnast afturá. Vit hava mist
gjøtt drúgvast tænastu í Mjørkadali, er heryvirmaðurin Georg Sylvest Pedersen. Sum eina seinastu heilsan til sítt arbeiðspláss og fólkini har, gav hann herfyri út bókina Forsvaret i Mjørkadal – som jeg [...] bløðini skrivaðu um støðina, og hvat føroyingar hildu um hetta fremmanda hervaldið í Føroyum í byrjanini. Á sera væl upplagdan hátt sigur høvundurin frá skemtiligum skálkabrøgdum, ið hermennirnir høvdust at.
var meðan eg var á einum av hesum møtum, at eg varð fødd av nýggjum við trúgv á Jesus Kristus. So eg kann siga, at tað størsta av øllum var, at Tummas leiddi meg inn á andaliga vegin, so at eg kom at kenna [...] øll um, at tað ber til at liva á slíkan hátt, at ein kann gerast ein signing fyri onnur – og ikki hitt øvugta. At enda sendi eg eisini eina heilsan til tykkum øll, sum á ein ella annan hátt, hava kent [...] legðist hann ikki á boðini, men vitnaði fyri okkum um Jesus. Einaferð norski evangelisturin, Aril Edvardsen, vitjaði í Føroyum og hevði møti í ítróttarhøllini í Havn, bað Tummas okkum koma á møti. Tað var