Góði elskaði pápi
Tungt er at seta seg niður og skriva hesa seinastu heilsan til tín.
Nú jólini nærkast og tað er liðið næstan eitt ár, síðan tú fór herfrá, ger tað tað ikki lættari. Nógvir tankar mæla runt í høvdinum, og nógvar kenslur eru við. Eitt eru vit sera glað fyri, at Hannis, børnini og eg fingu loyvi til at halda tey seinastu jólini saman við tær. Tað var sera hugnaligt. Tað koma vit ikki at gloyma. Eisini at tú upplivdi okkara brúðleyp í september 2009.
Tú kom sum ungur til Føroya at vitja mammu, men ætlaði bert at verða eina korta tíð fyribils men bleiv í Føroyum í heili 53 ár. Tú fall gott til á Toftum har tú fekk hús og familju, 4 børn, 6 abbabørn og 2 langabbabørn. Tú var eisini væl dámdur, har tú arbeiddi. Altíð hjálpsamur, tá man heitti á teg, og alt tú gjørdi, var væl úr hondum greitt.
Tú var eitt familjumenniskja burturav. Tú gekk høgt uppí merkisdagar og jól, tá tú plagdi at gera dekoratiónir og annað. Tú var sera tolin við okkum børn og gjørdi alt fyri, at vit øll skuldu hava tað gott.
Undir tína sjúkralegu, hvar tú búði nógv av tíðini saman við okkum í Havn, komu vit at kenna teg uppá ein nýggjan máta. Tú var altíð positivur, sjálvt um tú var sjúkur. Tær dámdi væl at hoyra Erik og Lindu spæla uppá ljóðføri og var við til fleiri konsertir har tey luttóku.
Við hesum orðum vilja vit takka tær fyri alt, pápi, sum tú var fyri meg og børnini. Vit koma aldri at gloyma teg, men goyma teg í hjørtunum.
Eg vil eisini takka tær góða mamma, sum hevur verið so trúgv við hansar lið heila lívið og heilt til tað síðsta.
Vit kunnu passandi siga tær farvæl elskaði pápi, verpápi og abbi við fyrsta ørindi av sanginum sum Erik spældi á klarinet fyri fullsettari kirkju til tína jarðarferð.
Føgur er foldin,
dýrdarríkur himin
sæl er sálanna jorsalferð
um allan heimin
um allar ævir,
tað syngjandi at himni ber.
---------
Katy Knudsdóttir Mortensen