Minningarorð um starvsfelagar okkara Ditlev Dam og Lis Guttesen

-

Nú deyðsboðini so brádliga vóru eftir okkara vini Ditlev Dam, geva vit okkum á serstakan hátt far um, hvønn týdning ein slíkur persónur hevur havt fyri kirkjuna. Og av tí at tað ikki er long tíð fráliðin, síðan ein annar persónur, nevniliga Lis Guttesen, varð tikin burtur úr okkara samanhangi í arbeiðinum í kirkjuni, so koma hesi orðini eisini at galda fyri hana.

Eg vil fyri kirkjuráðið í Havnar kirkju bera eina heilsan og tøkk til hesar persónar, sum í orðsins sanna týdningi hava verið kapasitetir í kirkjuliga arbeiðinum, bæði sum limir í kirkjuráðnum og Lis sum kirkjuverji og Ditlev sum klokkari.

Tað fellur okkum tungt, at vit við sorg mugu staðfesta, at hesi bæði gløggu, fryntligu og arbeiðssomu menniskju ikki eru ímillum okkum meira.

Fyri kirkjuna vóru hesi bæði, Lis og Ditlev, sera týdningarmiklir starvsfelagar. Lis við sínum listarligu eygum var mangan góð í ráðum, tá stílast skuldi fyri einumhvørjum serligum, og Ditlev við sínum góðu hondum umvældi í allari stillheit, tá okkurt var brotið ella farið av lagi, tað veri seg hurðar ella brotnir rútar, okkum nýttist ikki at heita á hann um at umvæla, tí tá hann bar eyga við nakað, sum tørvaði eina hond, so gjørdi hann tað aftur av sínum eintingum.

Vit í kirkjuráðnum minnast Lis og Ditlev sum persónar, ið vildu kirkju okkara tað besta, og tey gingu við lív og sál uppí, at umstøðurnar bæði innan- og uttandura vóru tær bestu.

Tey bæði eiga sín lut í, at umvælingararbeiði so sum nýggja gøtan niðan til kirkjuna eins og umvælingin hesi seinastu árini av kirkjuni yvirhøvur vórðu gjørd. Eisini eiga tey sín lut í, at kirkjan fekk nýggja urgu, hátalaraskipan og annað.

Tey hava tøkk uppiborna fyri alt tað góða, tey løgdu eftir seg innan kirkjugátt.

Vit eru mong, saman við tykkum eftirsitandi, sum í dag sakna tann stilla og seigliga Ditlev í klokkarastarvinum. So slerdi klokkan sítt síðsta slag, eisini fyri honum.

Í samkenslu við tykkum, sum eftir sita, takka vit Lis Guttesen og Ditlev Dam fyri tíðina, sum fór, og lýsa Harrans signing yvir minni teirra.


Fyri kirkjuráðið við Havnar Kirkju

Per Jacobsen, kirkjuráðsformaður