Eg vil her skriva nakrar reglur um abba mín, skómakarin við Gøtugjógv.
Á summri 1993 spurdi abbi meg, um eg ikki vildi taka yvir skógvahandilin, sum hann hevði rikið síðani í 1947. Hetta var í sonevndu kreppuárunum, og eg var júst blivin arbeiðsleysur. Systir mýn Marilyn hevði tá passa handilin í nøkur ár. Hon hevði planir um at fara til Danmarkar í skúla. So abbi segði, at um eg ikki vildi taka yvir, so var hann helst noyddur at snara um í handlinum.
Eg helt ikki, at hetta var nakað eg kundi vera góður til, helt meg ikki duga so væl at fáast við fólk. Eg hevði jú sæð hvussu væl hann dugdi at fáast við viðskiftafólkini. Men eg helt, at synd var at stongja handilin, serliga so leingi abbi orkaði at sita á verkstaðnum og umvæla skógvar. So eg startaði við blandaðum kenslum, men abbi dugdi væl at geva góð ráð. Í feb. 2005 flutti eg so handilin norð í barnaheimi hjá mær. Hetta tí at gamli handilin var vorðin alt ov lítil.
Tá eg avgjørdi at flyta handilin, var abbi sera spentur mína vegna. Hann mundi verða glaður um, at so steðgaði handilin ikki upp fyribils. Men tann dagin klárt var at flyta, og vit byrjaðu at tøma gamla handilin, sá eg tíðuliga á honum, hvussu rørdur hann gjørdist. Hann hevði jú haft handilin í kjallarinum í næstan 60 ár. Tað gleddi meg nógv, tá abbi kom at sýna handilin stutt eftir eg hevði opnað. Hann var sera væl nøgdur við betraðu umstøðunum hjá handlinum.
Tað, at eg havi arbeitt í skógvahandlinum í 12 ár saman við abba, sum hvønn dag sat á verkstaðnum, gevur nógv minnir, nú hann er farin. Serliga vil eg minnast, hvussu hann hvønn dag hann var einsamallur á verkstaðnum, altíð sang sangir, sum vøru honum kærir. Sangir sum Eg velji fyrr Jesus og Niðan á heyggin hoyrdi eg hann mangan syngja. Tá eg hoyrdi hann syngja, steðgaði eg mangan á at lurta. At sangurin kom frá hjartanum hoyrdist tíðiliga.
Abbi hevði eitt sera stórt hjarta. Hevði altíð umsorgan fyri ørðum menniskjum, og vildi hjálpa har hann kundi. T.d. hevur hann koyrt nógvar trúðboðarar runt landið, bæði føroyingar og útlendingar. Eg fái nógv dømi fortald av fólki, sum minnast hvussu tað var nakað serligt hjá teimum, at koma at keypa skógvar frá abba. Tey siga frá, at hann gav teimum pening fyri bensin, um tey høvdu koyrt langt, bara fyri at keypa skógvar. Og hevði familjan nógv børn, ja so var mangan givin fittur avsláttur. Eg upplivdi eisini mangan, at tá ein einkja kom at umvæla skógvar, ja so kostaði tað onki tá skógvurin var umvældur. Spurdi eg, so hví umvælingin onki kostaði, segði hann, at tað var tí, at hann hevði ikki hjarta til at taka pening frá teimum, ið hann metti ikki høvdu so nógv. Abbi elskaði Harran, og tí elskaði hann eisini síni medmenniskju.
Bæði í samkomuni og millum manna, var abbi kendur sum tann umsorgsfulli, blíði og gávumildi skómakarin.
Abbi byrjaði at læra til skómakara í 1933. Byrjaði síðani sjálvur í ´37 og at handla við skóm tíggju ár seinni. Hann umvældi skógvar til summari í 2005. Tá var hann óheppin at detta og bróta høgru mjødn. Eftir hetta kom hann ongantíð heilt fyri seg aftur. Tó, mótið var altíð gott og dugdi hann eisini at skemta. Hann plagdi at siga tað, sum ein lækni hevði sagt við seg: At um hann ikki altíð hevði tað so gott, tað skuldi hann ikki leggja so nógv í, tí statistikkurin segði, at sera fá doyðu í so høgum aldri, sum hann nú var í.
Stórur saknur er nú ikki at síggja abba sita á verkstaðnum meir. Hvørjaferð eg koyri niðan til Gøtugjógv, og síggji at eingin abbi situr á verkstaðnum ella í stovuvindeyganum, følist tað sera tømt. Tí hann var altíð har. Men hann er ikki fluttur heimanífra hann er fluttur heim. Og tað gleddi hann seg til. Hann segði mær einaferð eftir ein blóðpropp, har hann var burtur eina løtu, at hann føldi eina óforkláriliga hvíld, og sá eitt sterkt ljós sum hann ikki hevði sæð áður. Og so gleði eg meg at hitta ommu tína aftur, segði hann við meg.
Eg havi ein son sum er 6 ár. Og eins og tá eg var barn, dámdi honum sera væl at koma á verkstaðið, tá langabbi var har. At langabbin var góður við seg, hevði hann lagt til merkis. Fyri nøkrum vikum síðani, hoyrdi kona mín, Anja, at Áron lá og græt eisamallur í stovuni. Tá hevði hann funni eina mynd av langabba, og fór at leingjast eftir honum. Ja sjálvt hjá teimum minstu er saknurin stórur.
Nógv kenna søguna, um vinarlagið millum abba og russarar. Tá russiskir trolarar komu á Skála til umvælingar, var abbi mangan har við traktatum og bíblium. Eisini koyrdi hann teir runt um í Føroyum, at keypa bilar og bildeilir, sum teir so tóku við til Russlands. Í hesum sambandi kom abbi at kenna Klaru. Tey giftust síðani, og var tað ein góð heimahjálp, plagdi abbi at siga. Klara skal hava takk fyri, serliga seinastu árini, har hon tók sær av abba, tá hann til tíðir var sjúkur.
At tað bert skuldi ganga tríggir mánaðir, frá tí at abbi fór heim til Harran, og til at Anna, dóttir abba og fastur mín, eisini fór heim, er svárt hjá okkum nærmastu. Vit vóru øll so góð við tey, og tey góð við hvønn annan. Anna og Aksel búðu 25 ár saman á Skipanesi, og var hann henni ein hollur stuðul, tí tey flestu vita, at heilsan hjá Annu heilt frá ungum árum ikki var so góð. Anna var altíð so áhuga í børnunum hjá beiggjunum hjá sær, og ikki minst børnunum hon gjørdist abbadidd hjá. Hon mintist allar føðingardagarnar í høvdinum, og keypti teimun gávur. Og tá vit endaðu eina telefonsamrøðu, lat hon hvørjaferð heilsa børnunum.
Undurfult er at vita, at vit skullu møta teimum í nýggjum, dýrdargjørdum og himmalskum likami.
Eg vil hervið lýsa frið yvir minni um abba mín og Annu fastur.
Terje