Minnir úr Mjørkadali

Sum eina seinastu heilsan til sítt arbeiðspláss og fólkini har, gav heryvirmaðurin Georg Sylvest Pedersen herfyri út bókina Forsvaret i Mjørkadal – som jeg husker det.



Georg Sylvest Pedersen,

Forsvaret i Mjørkadal – som jeg husker det, 2007 



Nýggjársmorgun í ár sløkti stjórin fyri Færøernes Kommando fyri tí seinasta hernarliga radarskíggjanum í Mjørkadali. Harvið var eitt serligt tíðarskeið av – ikki minst fyri tey mongu, sum hava gjørt tænastu í Mjørkadali hesi mongu árini síðani 1962, tá hernaðarstøðin byrjaði sítt virksemi.

Ein av teimum, ið hevur gjøtt drúgvast tænastu í Mjørkadali, er heryvirmaðurin Georg Sylvest Pedersen. Sum eina seinastu heilsan til sítt arbeiðspláss og fólkini har, gav hann herfyri út bókina Forsvaret i Mjørkadal – som jeg husker det.

Hóast bókin er rættiliga persónlig í mátanum, høvundurin minnist tíðina í Mjørkadali, er hon eisini eitt áhugavert søguligt dokument. Millum annað lýsir Georg Sylvest Pedersen sera væl, hvussu hermennirnir royndu at gerast partur av føroyska samfelagnum. Eisini gevur hann nógv forkunnug dømi um, hvat føroysku bløðini skrivaðu um støðina, og hvat føroyingar hildu um hetta fremmanda hervaldið í Føroyum í byrjanini.

Á sera væl upplagdan hátt sigur høvundurin frá skemtiligum skálkabrøgdum, ið hermennirnir høvdust at. Kortini gerst frásøgnin ongantíð fjákut, tí hon allatíðina setir hendingarnar í Mjørkadali í áhugaverd politisk og søgulig høpi.

Forsvaret i Mjørkadal fæst við at venda sær til erindringer@frk.fo