finna vit út av, hvat vit kunnu gera. Kanska fer hann á verkstað seinni í dag. Hetta var ikki so gott, sigur Martin eitt sindur harmur á málinum. Bilurin hjá Martini kann taka um 50 kubikkmetrar av ruski. Og [...] Norðskáli: Týsdagin var Martin Djurhuus á veg til Leirvíkar við nærum fullum bili av ruski. Ávegis til brennistøðina steðgaði hann sum vanligt á við handilin Inn á Norðskála. Her skuldi hann tøma eina [...] savnar hann rusk saman í Húsavík, Dali, Skálavík og í Skopun, meðan hann mikudag savnar ruskið saman á Sandi, umframt tað at hann tømir bingjur. Týsdag og hósdag fer hann so norður um Skopunarfjørð við ruskinum
blivu 3 tons av blýggji tikin umborð fyri at betra um stabilitetin Sólvit Simonsen og Jógvan Clementsen vanliga nevndur Beggi Jógvan, ið var skipari tey fyrstu 7 árini, sigldu Sildberan av Havnini suður [...] Sólvit minnist væl henda teirra fyrsta túr við hesum nýggja stásiliga fari. ?Tá ið vit fóru av Havnini var sjaskveður av landssynningi, og tá ið vit komu oman á Nesið, kendu vit brendaroyk koma í nasarnar. Eldur [...] frakt, men best hevði verið, um Sildberin hevði havt eina last, so øll fraktin kundi verið flutt av Sandi. Tað hendir ov ofta, at Ritan ikki fær lagt at har út, sigur Sólvit. Manningin gjøgnum árini Í løtuni
Elisabeth f. Simonsen (1822 - 1898) - ættað úr Trøðum á Sandi og Dánjal Magnussen (1819 - 1873), krambakallur í einahandlinum. Hann var bóndasonur av Skála. - (Nakað meira fæst at vita um Sands ættina í Kvørnini [...] við, at hjartagóða systurin Elisabeth kundi taka sær av "Jakke". - Tað var eisini hon, sum ótilvitað kom at geva "Jakke" eyknevnið "G". Hetta komst av, at tá hon rópti dreingin heim og rópti "Jakke" - tá [...] nógv ár í H.N.Jacobsen Bókahandli, har hon eisini hevði ættarbond við Jóhannu Mariu úr Koytu heiman av Sandi, sum var kona bókbindaran, Hans Nicolai Jacobsen. - "Jakke" mundi virðismeta dygdirnar hjá mostrini
Eingin bygd eitur Ljósáir, men Ljósá og Svínáir. Í summar vóru vit í Sandi. Ilt var at meta um, um gestirnir høvdu verið heima á Sandi ella aðrari bygd í Sandoynni. Í Útvarpinum nú á døgum verður eitt sjóøki [...] óført. Nu er hann farin at reypa sær, líka sum tann, ið rósar sær av onkrum. Og trúgv mær ella ikki, væl skúla fólk, ein snakkar við av og á, og, sum áður plagdu yppa øksl, eru nú farnir at yppa upp um [...] ferðast í summar? Ein deknur, sum hevur lisið Faðirvár á kórsgáttini í eitt mannaminnið, mátti onkuntíð av óvart havt kaga í bókina og sæð at har stendur ikki: Heilagt verið navni títt, men heilagt veri navn
Gullregn standa í fullum blóma um alt landið, enntá trø, sum ongantíð hava blómað fyrr. Á Sandi er ein øgilig rúgva av sjóblomstrum. Á Boðanesi standa krákuberini í fullum blóma, heilar tveir mánaðir ov tíðliga
eftir talinum av fyritíðarpensjónistum. Upphæddin samsvaraði við samlaða árliga missin, sum kommunurnar fóru at hava í 2018, um ætlaðu broytingarnar í fyritíðarpensjón og samtykta umleggingin av pensjónunum [...] fyritíðarpensjóninar 1.000 kr um mánaðin. Svarið frá løgmanni var kanska ikki heilt, sum borgarstjórin á Sandi hevði væntað. Løgmaður váttar, at kommunurnar ikki hava fingið nakað endurgjald játtað í 2018, men [...] lógaruppskot hjá sitandi samgongu. Tá lógarmálini, sum nú eru í Løgtinginum, eru viðgjørd og samtykt av Løgtinginum, verður greitt, hvør samlaða ávirkanin verður á kommunurnar. Tá er ætlanin at taka málið
í familjuni at taka sær av flettingini. Tá liðugt er at fletta, og krovini eru komin upp at hanga, verður bjóðað til búgvið borð, har húsmóðirin hevur stákast í dagar við mati av øllum handa slag, bæði [...] bæði heitum og køldum rættum, salatum, kjøti, pylsum og øllum hugsandi. Soleiðis var eisini á Sandi hjá Thomasi og Sannu Petersen í gjár, har familjan varð savnað, og veðrar vórðu flettir. Eftir at alt var [...] veðrurin á 100 pund. So, hóast stóra ærin gjarna bara kemur við einum lambi, hingu í gjárkvøldið 140 pund av kjøti í hjallinum undan syðradalsærini.
færri fólk, ið flyta av landinum í t.d. lestrarørindum enn fyrr. Tað hevur við sær ein vøkstur í fólkatalinum. Tó verður væntandi ein minking aftur komandi tíðina, nú tey, sum fara av landinum í lestrarørindum [...] og eitt burðaravlop á 258, ið ger, at fólkatalið veksur. Tað eru konufólkini, sum eiga størra partin av fólkavøktrinum. Tað er fyrst og fremst í tilflytingini har vøksturin sæst. Tað eru 48 fleiri kvinnur [...] tilsamans við 63 fólkum. Tá eru báðar kommunur í Vágum tiknar við. Størsta minking sæst á Tvøroyri og á Sandi, har fólkatalið er minkað við ávikavist 15 og 13 fólkum.
flytur nú úr høvuðstaðnum. Í kvøld verður áttanda framførslan av shownum, og so verður farið til Runavíkar. Í kvøld verður seinasta framførslan av ?Meðan vit liggja við Kaj? í Norðurlandahúsinum, og í morgin [...] morgin flytur showið norður í Løkshøll í Runavík. Upprunaliga var ætlanin, at bert tvær framførslur av shownum skuldi verða í Norðurlandahúsinum, hóast pláss var fyri fleiri sýningum, um eftirspurningurin [...] bert framførslurnar í Runavík, sum standa fyri framman. Jákup Veyhe hevur ætlanir um at framføra á Sandi, í Suðuroy og møguliga í Vestmanna. -Eg havi ikki lagt endaligar ætlanir um hvar eg fari og nær, men
Haahr hugnar sær í eplaveltuni, og hann hevur ilt við at skilja, at ikki meira verður velt av eplum í Føroyum. Og av rótum. Deiligt arbeiði -–Tað hevur einki uppá seg at fara út í veltuna nakrar hálvar dagar [...] sum Búnaðarstovan hevur á Miðgerði í Kollafirði. Búnaðarstovan hevur annars eisini royndarveltu á Sandi. Í báðum veltum verða hvørt ár roynd nýggj eplasløg, men tey kendu sløgini verða eisini sett niður [...] ella gevur nógva fold. – Fyrr var vanligt, at eplini skuldu setast niður flaggdagin, og taðvar ikki av leið. Jú seinni verður sett niður, størri er vandin fyri svartaspillu, tí eplini bráðvaksa. Haraftrat