Kári er føddur, uppvaksin og hevur slitið sínar barnaskógvar í Dr. Jacobsensgøtu í Havn, yngsti sonur Honnu, f. Thorkildshøj av Nesi, og Óla Kristian Skála handilsmann í Havn.
Eftir lokið realprógv fór Kári niður á sjómansháskúla í Svendborg og víðari sum næmingur við skúlaskipinum
»Georg Stage«. Heimafturkomin var Kári sjómaður eina tíð, var við Sildrekanum við Júst í Trúni sum skipara, í tí góðu
sildatíðini í sekstiárunum. Hann var eisini við lílnubátunum Nornagesti og Klakki, til hann gavst at sigla í 1968, og fór at
arbeiða hjá pápa sínum. Bleiv so stýrimaður á turra bógnum - har foreldrini sleptu, tók Kári við.
Saman við konu og systur síni eru tey karmurin um P/F Skálabúðina og Mótaskálan.
Stóran áhuga hevur Kári í Havnar Bóltfelag, har hann eisini hevur spælt í dreingjadeildini. Teir vóru á Íslandsferð 1960 -
sama árið sum teir gjørdust føroyameistarar. Hann var í nevndini hjá HB-stuðlum í fimm ár, harav tvey ár sum formaður.
Hann var eisini við til at stovna HB-stuðlar í 1979. Kári hevur eisini íðkað fimleik í 20 ár hjá Havnar fimleikarafelag
»Old Boys« liðið hjá Dánjali Húsgarð, nú Torkil Dahl. Kári er morgunmaður, er at síggja hvønn morgun
á posthúsinum í miðbýnum og í svimjihøllini hvønn sunnumorgun.
Kári giftist í 1974 við Marin, fødd Hentze, ættað av Sandi. Tey búgva við Hvítanesvegin í Hoyvík og eiga tey tvey børn:
Kristian Martin, giftur við Rannvá, f. Dalsgarð avArgjum, tey búgva á Hamrinum á Argjum, og Súsanna, gift við Brandi Jacobsen
av Glyvrum, tey búgva í Syðrugøtu. Eisini eigur Kári seks abbabørn: Kára, Bjarna, tvíburarnar Ragnar og Rógva, Óla Kristian og Marin.
Í sambandi við føðingardaign hevur Kári opið hús við morgunmati í HB-húsinum millum kl. 11.00 og 15.00, har hann
vónar at síggja nógvar vinir og kenningar.










