Einkultstartirnir avgjørdu kappingina

Triðja árið á rað vann Hafsteinn Ægir Geirsson úr Íslandi súkklukappingina Statoil Kring Føroyar, men hann fekk harða mótstøðu frá bert 17 ára gamla Torkili Veyhe. Tá avtornaði, vóru einkultstartirnir í Klaksvík og á Sandi avgerandi fyri endaliga úrslitið

Súkkling

 

Á tí síðsta av teimum fýra umførunum, súkklararnir høvdu í Havnini, áðrenn teir komu á mál, eydnaðist Torkili Veyhe at sleppa frá Hafsteinn Ægir Geirsson og vinna kappingina sunnudagin. Har var ein góð súkklulongd á muni teirra millum, men tað var so eisini alt.

Sostatt fingu teir mongu áskoðararnar uttan fyri Statoil-støðina í Gundadali eisini eitt sindur av spenningi og ein veruligan endaspurt, tá súkklararnir súkklaðu teir allarsíðstu metrarnar av teimum 320 kilometrunum, sum vórðu lagdir aftur um bak frá mikudegnum til sunnudagin.

Spurtirnir trutu annars ikki í ársins útgávu av Statoil Kring Føroyar, tí eisini í Eysturoynni og Suðuroynni varð spurtað um kapp um at gerast fyrstur um málstrikuna. Tær báðar ferðirnar var Hafsteinn Ægir Geirsson tann drúgvari, og hann vann eisini kappingina samanlagt.

Mangan hava teir 103 kilometrarnir í Eysturoynni, teir 77 í Suðuroynni ella teir 109 í Streymoynni verið avgerandi fyri, hvussu endaliga úrslitið gjørdist, men so var ikki hesa ferð. Í staðin vóru tað einkultstartirnir í Klaksvík og á Sandi, ið avgjørdu alt.

Har var Hafsteinn í flokki fyri seg. Á teimum átta kilometrunum í Klaksvík vann hann sær ein fyrimun upp á 17 sekund, sum hann so útbygdi í stórum á Sandi, har hann knústi alla mótstøðu við at súkkla teir 21 kilometrarnar ein minutt og 14 sekund skjótari enn Torkil Veyhe, ið var tann einasti, ið tóktist vera førur fyri at bjóða av.

 

Triðju ferð á rað

Hetta var triðja árið á rað, at nú 26 ára gamli Hafsteinn Ægir Geirsson vann Statoil Kring Føroyar. Í 2005 og 2006 var tað bara Gunnar Dahl-Olsen, ið kundi bjóða honum av, men gjørdist kortini ov stuttur, tí íslendingurin vísti seg at vera øgiliga sterkur.

Hóast Gunnar í 2005 vann báðar einkultstartirnar, var hann ein minutt og sjey skund aftan fyri Hafsteinn samanlagt, og í fjør hevði íslendingurin tikið seg so langt fram, at hann vann fýra teir fyrstu dagarnar og síðani bara lá og ansaði eftir Gunnari, sum samanlagt endaði tveir minuttir og 39 sekund aftanfyri.

Kappingarnar í vár og ikki minst Oyggjaleikirnir á Rhodos góvu ábendingar um, at avbjóðarin hesa ferð fór at vera tann bert 17 ára gamli Torkil Veyhe úr Havn, og so var eisini. Hóast Torkil ikki fekk gjørt nakað við Hafsteinn á einkultstartunum, fylgdi hann væl við á longru teinunum, har tað ongantíð eydnaðist Hafsteinn at sleppa heilt leysur.

Hinvegin eydnaðist heldur ikki Torkili at sleppa frá Hafsteinn, fyrr enn allarsíðsti endaspurturin var í Gundadali sunnudagin og Torkil fekk sloppið sær fram um oman eftir Gundadadalsvegnum og helt fyrimunin líka á mál.

Hóast Torkil, nú hann fyri fyrstu ferð kappaðist saman við teimum vaksnu, gjørdist ov stuttur, vann hann sannførandi gull hjá unglingunum, har hann var tann einasti, ið gjøgnumførdi. So lítið man vera at siga til, at hann er serstakliga væl nøgdur aftan á hesa góðu vikuna á tveimum hjólum.

Enn er eitt ár til næstu ferð, men spennandi verður at síggja, hvat úrslit fyriskipararnir koma til, nú teir í næstum fara at eftirmeta tólvtu útgávuna av Statoil Kring Føroyar. Higartil hevur kappingin koyrt eftir sama leisti, men møguliga verður hon víðkað við einum degi og fleiri innbygdum kappingum í sjálvari kappingini.

 

Endaliga úrslitið

 

Niðanfyri verður víst samlaða støðan av Statoil Kring Føroyar. Í yvirlitinum eru bara teir súkklarar, ið gjøgnumførdu allar fimm teinarnar.

 

1. Hafsteinn Ægir Geirsson Ísland 9.44,03

2. Torkil Veyhe Føroyar +1,39

3. Davíð Þór Sigurðsson Ísland +8,38

4. Gunnar Dahl-Olsen Føroyar +10,11

5. Niels Jakob Thomsen Danmark +13,52

6. Eli J. Christiansen Føroyar +15,54

7. Niels Bay Petersen Danmark +16,19

8. Hlynur Þorsteinsson Ísland +44,54

9. Áslakkur Nesá Føroyar +45,22

10. Sigurgeir Agnarsson Ísland +1.20,04

11. Mikki Bangtrup Føroyar +1.50,05

12. Janus Povlsen Danmark +6.33,42