Jólaódnin 1988: Mintust ikki meiri vind

35 ÁR SÍÐANI JÓLAÓDNINA MIKLU: – Gomul fólk minnast ikki verri vind enn tann, sum herjaði landið mikukvøldið og hósnáttina fyri 35 árum síðani. Stórur vindskaði um alt landið. Hundraðtals hús og bilar illa farin

 

 

Soleiðis skrivaði Sosialurin tollaksmessudag í 1988, blaðið, sum varð skrivað dagin eftir ódnina mikukvøldið 21. desember 1988.

 

Blaðið ringdi til allar politistøðirnar kring landið at fregnast um vindskaðar.

 

Tvøroyri

 

Á Tvøroyri fór takið av sjúkrahúsinum um ellivutíðina mikukvøldið.

 

Og umleið somu tíð fór eisini takið av heilsøluni hjá Poul Hansen á Hvítanesi.

 

##med2##

 

Harafturat hava minst 25 sethús fingið vindskaða, summi stóran. Onnur hava fingið skaða av takplátum og øðrum, sum er komið við vindinum. Nógvir bilar hava fingið skaða, og onkur varð vrak.

 

Eisini í Hvalba fingu hús skaða, men politiið á Tvøroyri hevði ikki frætt um skaðar í Sandvík og Fámjin klokkan 10:30 í gjár. Hvussu støðan var í sunnaru helvt, visti politiið ikki at siga tá, tí einki telefonsamband var tann vegin. Øll oyggin lá eisini í streymoysi alla hósnáttina og út á hósdagin.

 

##med3##

Eingin fólkaskaði hendi, tað vitað er um í Suðuroynni. Sjúklingarnir á sjúkrahúsinum blivur f lutti inn í Ellis- og røktarheimið, sum er sambygt við sjúkrahúsið.

 

Rúnavík

 

Á politistøðini í Runavík ringdi telefonin uttan steðg mikukvøldið, hósnáttina og í gjár. Ørindini vóru í flestu førum tey somu: Fráboðan um skaðar.

 

Í Eysturoynni hava sethús og hand­ ilshús fingið skaða og eisini bilar. Ein húsvognur fór á flog í Runavík. Helvtin av honum varð seinni funnin á einum hegni.

 

Á Kambasdali, har nógv hús eru í gerð, var skilið ringt og partar av oynni mistu streymin. Til dømis var myrkt í Rituvík, tá eitt seyðahús feyk á háspenningarlinjuna.

 

##med4##

 

Annars var støðan í Eysturoynni tann sama sum aðrastaðni í landsinum. Takplátur og annað byggitilfar lá og sløddist alla staðni. Onkrar takplátur vóru so væl vadar uttan um telefonsteyrar, at tær fingust ikki av aftur uttan við amboðum.

 

Æðuvík var avbyrgd, tí ein skúrur feyk á vegin í Fossdali.

 

Ikki er frætt um fólaskaða í Eysturoynni, tá ferðsluvanlukkan mikukvøldið er undantikin.

 

Tórshavn

 

Í Havn tosaðu vit við Brandstøðina. Hagar komu 184 fráboðanir um skaðar frá kl 21:30 mikukvøldið til hósmorgunin. 22 mans hvødu úr at gera, og afturat vóru 40 mans frá Havnar Bjargingarfelag og sjálvbodnir.

 

Onkur fráboðan kom av Velbastað og úr Kirkjubø, men hagar fór fólk ikki úr Havn, tað var ikki hildið vera ráðiligt í tí veðri, sum var.

 

##med5##

Í Havn og á Argjum hava nógv hús og bilar fingið skaða og ódnin gjørdi eisin av við aldagomul trø í mðbýnum.

 

Fleiri heilsølu-, verkstaðs- og goymslubygningar á Hálsi, Sandvíkahjalla og í vesturbýnum fingu skaða.

 

Ikki er frætt um bátar, sum fingu skaða. Men ein bátabrúgv við Skálatrøð sleit.

 

Eingin fráboðan kom um eld mikukvøldið og hósnáttina, hóast neistarokið stóð úr ellinjunum, tá teir slógu saman.

 

Á deild 2 á Landssjúkrahúsinum gjørdist neyðugt at f lyta sjúklingarnar, tí takið byrjaði at ríva.

 

##med6##

Klaksvík

 

Í Klaksvík var staðin ikki so umfatandi sum so nógva aðrastaðni sum tað skilst.

 

Nøkur sethús og størri bygningar fingu tó skaða og vindurin var heilt upp í 35 metur um sekundið. Fleiri bátar hava eisini fingið skaða. Í Klaksvík hendi einasti fólkaskaðin, vitað er um, vindurin gjørdi. Ein maður, sum var á veg oman á bryggjuna at hyggja eftir einum báti, fekk eina takplátu í høvdið. Hann bleiv lagdur inn á sjúkrahúsið, har skurðurin var seymaður við 18 pentum.

 

Politiið í Klaksvík hevði seinnapartin í gjár ikki frætt um skaðar á Kalsoynni og í Kunoynni, men úr Fugloynni, Svínoynni og av Viðareiði vóru komnar fráboðanir um vindskaðar á hús.

 

Tað eydnaðist okkum ikki at fáa telefonsamband við politiið í Vágum, Vestmanna og á Sandi.

 

Men sambært Útvarpinum í gjár var stórur skaði á Sandoynni, serliga í Skopum, har eini tíggju sethús fóru illa.

 

Vakstrarhúsið á Sandi fór eisini í smildur, og sum tað skilst var onkur skaði í øllum bygdum uttan á Skarvanesi og í Dali.

 

##med7##

##med8##

##med9##