Umleið hálvan apríl fer Landsverk í holt við at asfaltera í Sands kommunu. Við meirvirðisgjaldi snýr samlaða asfaltarbeiði seg um góðar 4,6 miljónir krónur, sum eisini er talið í fíggjarætlanini hjá kommununi fyri 2016. Tá mvg’ið er drigið frá, verður hetta ein nettoíløga á umleið 4 miljónir krónur.
Søltuvíkarvegurin, sum eisini skal asfalterast í hesum umfari, fer helst at kosta slakar tvær miljónir krónur og soleiðis tað mesta av einum helmingi av samlaðu íløguni til asfaltering. Vegurin til Søltuvíkar eru umleið 4,5 kilometrar langur.
Søltuvík er ein náttúruperla, men sum árini eru liðin, og verulig hond ikki er tikin um vegin, er illa koyrandi hjá vanligum fólki, tí vegurin er í so vánaligum standi.
Økið kring Gróthúsvatn, sum liggur ávegis av Sandi til Søltuvíkar, er eisini sera vakurt, og kommunan vil nú gera hesar og aðrar náttúruperlur á leiðini til Søltuvíkar atkomiligar hjá øllum, bæði sandoyingum og øðrum, sum leita sær í oynna.
Í Søltuvík er fríøki við benkrum og minnissteini yvir skipsbotið, tá bretska farmaskipið Principia í 1895 fórst á Stóraboða. Her liggja eisini akkerini av skipinum, sum kavarar bjargaðu fyri nøkrum árum síðan. Tá Principia fórst, lótu 29 mans lótu lív. Bert ein bjargaðist.
Tann, sum bjargaðist, rak á lastalúkuni í ódnarveðri í einar 14 tímar og varð bjargaður upp á land í Kirkjubø, har lastalúkan enn verður brúkt til borð í Roykstovuni. Principia var eitt stórt skip, 96 metrar langt, 11 metrar breitt og lastaði 2749 tons.
Á leiðini til Søltuvíkar liggja fleiri traðir, og her eru soleiðis bæði traðarmenn og bóndur, sum hava brúk fyri einum betri vegi at koyra eftir, umframt at asfaltarbeiðið, sum her skal gerast, eisini fer at koma øllum øðrum, sum ferðast og fara at ferðast um hesar leiðir, til góðar.









