Mugu geva skarvin yvir at umvæla hús á útoyggj

Tað kemur fyri, at fólk á útoyggj noyðast at sleppa ætlanini at umvæla sær sethúsini, tí tað kostar beinanvegin einar 15000 krónur at fáa nakrar trillubørur av sandi ella nøkur vindeygu til endamálið

- Støðan hjá teimum, sum búgva á útoyggj, er nú so vánalig, at tað eru dømi um fólk, sum hava verið noytt at sleppa ætlanini at umvæla sær sethúsini, tí flutningurin er so dýrur.

Eisini Olga Biskopstø, skrivari í Útoyggjafelagnum kennir trupulleikan við flutninginum ímillum útoyggjarnar og meginlandið, sum Tummas Frank Joensen úr Skúvoy og Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi, lýsa í aðrar grein her í blaðnum

- Farmaflutningurin er ein stórur trupulleiki. Útoyggjarnar fáa flutningsstuðul ímillum útoyggj og næstu Havn. Men skal vøran flytast longri enn tað, má eigarin sjálvur syrgja fyri tað, og tað er rættiliga skjótt, at tað verður heilt dýrt


Geva skarvin yvir

Hon sigur, at fyrr var flutningurin við tyrluni eisini umfataður av flutningsstuðlinum, men tað er hann í stóran mun ikki longur og tað er steinur oman á byrðu.

Nú er bara smáflutningur við tyrluni umfataður av flutningsstuðlinum, men beinanvegin talan er um størri nøgdir, skal tyrlan leigast.

- Tað merkir, at tað kostar beinanvegin einar 12000-15.000 krónur at flyta nakra nøgd av vøru til og frá útoyggj.

Olga Biskopstø sigur, at hon veit dømi um, at fólk á útoyggj hava givið skarvin yvir at umvæla sær sethúsini, tí tað kostaði teimum einar 15.000 krónur at fáa nøkur vindeygu og timbur út í oynna og tað ger tað beinanvegin rættiliga vónleyst, sigur hon.

- Tað er rættiliga skjótt, at tað kann kosta upp í einar 12.000-15.000 krónur at fáa upp í nakrar fáar blandimaskinur av sandi út í Mykines til at stoypa við, leggur Esbern í Eyðansstovu afturat.

Olga Biskopstø sigur, at eitt er, at flutningurin er so dýrur og roksutur, at fólk gevast. Men eitt annað er, at tað er ein sálarfrøðilig forðing fyri allari menning, við tað, at ongin hættar sær undir nakað, so tvørlig sum støðan er.

Les eisini greinina: Síðsti seymurin í kistuna hjá okkum