fer tó ikki at virka fyrr enn fríggjadagin og verður síðani virkin 14 dagar fram. Men stóra føðingardagsynskið hjá KRIS er at fáa eina miðstøð, at fólk kunnu koma inn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi [...] fingið sett upp eina skipan, har tað ber til at stuðla KRIS fíggjarliga. - Vit hava fingið eitt nummar, har tað ber til at senda sms. Nummarið er 1919, og við at skriva KRIS og senda til hetta nummarið, stuðla [...] KRIS stendur fyri Kris, Ráðgeving, Insest og Siðamisbrot. Gvøðbjørg West hevur verið við alla tíðina og er dagligur leiðari á KRIS. - Vit skulu eini 11, 12 ár aftur í tíðina. Tá vísti seg at vera in stórur
Løgtingsarbeiðið hevur eftir øllum at døma so lítið upp á seg eftir hondini, at løgtingslimir eru farnir at keða seg, tí teir ikki fáa tíðina at ganga. Eitt tekin um, at so kann vera, er vantandi virksemi við [...] og lokalpolitikki. Tað sær út til, at løgtingslimir hava lítlar og ongar ambitiónir ella visiónir fyri Føroya land, men eru bara upptiknir av at føra lokalpolitikk fyri tað økið teir koma frá. Løgtingsarbeiðið [...] víst ein politiskan eldhuga og samstarvsvilja fyri at fremja mál og skapa úrslit, sum kunnu tæna okkara borgarum, t.e. børn, ung, vaksin og eldri, umframt at skapa hóskandi vinnukarmar. Tað er bara veljarin
MUNIN er áhugafelagsskapur við tí endamáli, at samskipað og professionaliserað útbreiðsluna av norskum yrkisbókmentum kring heimin. Grundsjónarmiðið er sjálvsagt, at umheimurin ikki kann verða norskar yrkisbøkur [...] Kundi hugsast, at útlendska oljuvinnan vil lata ein pott av hvørjari forvunnari tunnu til týðarar, so føroysk bókmentaverk kundu verið flutt í altjóða ljós. Livst so borast. Meiri er at lesa um báðar norsku [...] yrkisbókmentir í útlandinum. Nú verður eisini alnótin nýtt í markleysa tykisheimi. NORLA er skrivstovan fyri norskar fagurbókmentir í útlandinum. Hetta er ríkisstuðlað og ikki-handilslig kunningarstova. Hiðani
Í Kanada eru mong í øðini um, at tann kendi umhvørvismaðurin Paul Watson hevur kallað veiðimenninar har norðuri í Kanada fyri "samvitskuleysar djevlar", og at teirra hjørtu eru "so myrk sum tað niðasta [...] felagsskapinum Sea Shepherd til at koyra Paul Watson úr formansstarvinum í felagnum. Hon er ikki einsamøll um ta áskoðanina, tí sambært KNR hava tveir kanadiskir ráðharrar boðað frá, at teir taka undir við tilmæli
Jákup Eli Thomsen sigur, at arbeitt verður við at finna fyritøkuni langtíðaravtalur fyri hesum vørum, soleiðis at arbeiði kann verða trygt og støðugt. - Vit arbeiða soleiðis við at fáa í lag avtalur, sum [...] Thomsen, sigur, at arbeitt verður framvegis við, at laksavirksemið hjá Salm Pro verður tikið uppaftur. - Vit hildu ikki, at vit framhaldandi kundu halda fólkinum aftur, og tí gjørdu vit av at siga teimum tímaløntu [...] Vit arbeiða við marknaðinum fyri portiónir, og eg dugi ikki at síggja, at støðan hjá Faroe Seafood, ei heldur Eik Banka, hevur nakað sum helst við heimsmarknaðin á laksi at gera, sigur stjórin.
og smápartafeløg at lata inn roknskapin fyri 2012, og tað eru hesi, sum í nøstum verða send í Skiftirættin til tvingsilsavtølu. Tað kann hava álvarsamar avleiðingar fyri eitt felag at vera sent í Skiftirættin [...] Føroya at senda tey feløg, sum enn ikki hava latið roknskapin fyri 2012 inn, í Skftirættin til avtøku. Flestu partafeløg hava roknskaparár, sum fylgir álmanakkaárinum. Tey hava freist til 1. juli at lata [...] lata inn roknskapin inn fyri árið fyri. 1. august manglaðu 357 feløg at lata inn roknskapin, men síðstu dagarnar eru nakrir roknskapir afturat komnir inn til Skrásetingina. Enn mangla tó út við 300 partafeløg
innihalda ikki tølini fyri Airbnb, av tí at amerikanska fyritøkan ikki almannakunnger síni hagtøl. Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini, ikki minst tí, at alt bendir á, at hetta er ein av teimum [...] m velja eisini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gevur eitt samlað gestatal upp á 53.010 í 2019 samanborið við 58.468 í 2018. Í 2003 var samlaða gestatalið 19.021. So at siga øll skipini [...] aftur vórðu savnaði inn, kann staðfestast, at vit eru farin frá 132.265 gistingum í 2013 til 197.886 í 2019. Hetta svarar til ein vøkstur á 50% fyri alt tíðarskeiðið. Tá eru Airbnb tøl ikki tald
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kom fram við at ynskja honum tillukku. - Hóast borgarstjórin hevði nógv um at vera, setti hann kortini tíð av til at koma fram við at gleða Herfinn. Tað skrivar Beinta Haraldsen [...] Beinta leggur aftrat: - Eg haldi, at tað er fantastiskt at hava ein borgarstjóra við slíkum yvirskoti. Betri borgarstjóri finst ikki, eru orðini hjá henni. Beinta sigur, at beiggi hennara, sum annars fyllir [...] tá hansara yndissjónleikari seinastu 27 árini, Erling Eysturoy, kom framvið fyri at ynskja honum til lukku. Beinta sigur, at Herfinn hevur hugt eftir Dólgunum næstan hvønn dag í mong ár, og seinastu árini
mín inniliga áheitan, at tit fara á val og vísa tykkara stuðul til eina kós út um mørkini, sum eru sett okkum og tey, sum harafturat verða málað okkum. Stuðlið arbeiðinum at vinna okkum fult tjóðarfrælsi [...] havøki, sum føroyingar í dag hava ognað sær, prógvar fyri okkum, hvussu rík vit eru, og hvørjir møguleikar liggja føroysku tjóðini, Føroya landi fyri framman. Í hesum døgum er hart stríð um, hvør veruliga [...] val, sum so ella so er viðkomandi fyri okkara land. Okkara ríkisrættarliga støða er orsøkin til hesi orð míni. Og innast í okkum kenna vit okkara skatt – og beint fyri eygum okkara síggja vit ríka landið
hugnaligt, men dreymurin hevur allatíðina verið at lata meginpartin av skránni ganga fyri seg uttandura. Bæði fyri at skapa rætta ólavsøkudámin, men avgjørt eisini fyri breiða kunnleikan til Føroyar og tað føroyska [...] nøkur loyna, at myndin, danir og aðrir útlendingar hava av Føroyum, ofta hevur verið nakað einsháttað. Hinvegin hava føroyingar kanska ikki altíð dugað líka væl at lata sítt land og mentan upp fyri øðrum. - [...] jú nakað, vit eru sera glað fyri, og tað vilja vit fegin vísa øðrum við ólavsøkuhaldinum. Reyði tráðurin í tiltakinum er at koma út um bygdagarðin og lata Føroyar upp fyri umheiminum. Opinleiki virkar