Út um mørk við Granagulli

Nummar eitt í Føroya kvæði, Corpus Carminum Færoensium, er Sjúrðarkvæðini; Regin smiður, Brynhildar táttur og Høgna táttur, og verður hetta tyssi roknað sum bulur mikil í okkara munnborna skaldskapi.

Gjøgnumgangandi niðurlagið er um gullið, sum Grani bar av heiði. Hetta gullið, vit rúnarbundin kvøða um, er ein hin djúpasta myndin av tí, vit bera í okkum sum tjóð, og sum vit bera við okkum fram á leið - ein mynd við ríkari merking.

Úr skattkamari fólksins kemur rástyrkin av mentan, máli, skaldskapi og nógvum innihaldi – av dugnaskapi, eginleikum, lyndiseyðkennum, vilja og treysti, sum er føroyska fólkasálin. Tað er hon, sum fer at bera okkum enn longur, út um mørkini, sum forða Føroyum í dag.

Nummar eitt í Songbók Føroya Fólks er “Tú alfagra land mítt”. Eisini her finna vit tilsipingar til skatt okkara “mín dýrasta ogn”– her meira um sjálvt landið, sum eisini verður lýst skaldsliga vakurt.

Og tann vitan, um okkara land og okkara havøki, sum føroyingar í dag hava ognað sær, prógvar fyri okkum, hvussu rík vit eru, og hvørjir møguleikar liggja føroysku tjóðini, Føroya landi fyri framman.

Í hesum døgum er hart stríð um, hvør veruliga skal valda í okkara landi, og um, hvussu langt vit eiga at sleppa út í heim, hvussu rúmar ræsur land og fólk skulu hava, ella kunnu fáa – og hvør skal seta treytirnar. Harafturat mála fleiri eina mynd av ómegd, av mistreysti, av ómøguleikum, tá um Føroya framgongd ræður. Bæði um inntøkur, um trygd, um útbúgvingarmøguleikar og um altjóða samstørv.

Í dag er eitt demokratiskt val, sum so ella so er viðkomandi fyri okkara land. Okkara ríkisrættarliga støða er orsøkin til hesi orð míni. Og innast í okkum kenna vit okkara skatt – og beint fyri eygum okkara síggja vit ríka landið og havið.

Tað skal vera  mín inniliga áheitan, at tit fara á val og vísa tykkara stuðul til eina kós út um mørkini, sum eru sett okkum og tey, sum harafturat verða málað okkum. Stuðlið arbeiðinum at vinna okkum fult tjóðarfrælsi. Vit eiga gullið og ta dýrastu ogn, sum gera hetta møguligt!

Veljið Framsókn á valinum í dag!

 

Hanna Jensen

Framsókn

Listi F