Triðja árið á rað fór ólavsøkuhaldið á Bryggjuni í Keypmannahavn av bakkastokki seinnapartin ólavsøkuaftan. Við nýggju umstøðunum á Bryggjuni er ein gamal dreymur hjá fyrireikararnum vorðin veruleiki, og kann møguleikin at røkka endamálinum við tiltakinum nú neyvan gerast betri.
Opinleiki virkar báðar vegir
- Vit hava hildið ólavsøku í Føroyahúsinum í nógv ár. Tað hevur eisini verið hugnaligt, men dreymurin hevur allatíðina verið at lata meginpartin av skránni ganga fyri seg uttandura. Bæði fyri at skapa rætta ólavsøkudámin, men avgjørt eisini fyri breiða kunnleikan til Føroyar og tað føroyska út til so nógv fólk, sum gjørligt, sigur Niels.
Hann leggur afturat, tað ikki er nøkur loyna, at myndin, danir og aðrir útlendingar hava av Føroyum, ofta hevur verið nakað einsháttað. Hinvegin hava føroyingar kanska ikki altíð dugað líka væl at lata sítt land og mentan upp fyri øðrum.
- Vit hava jú nakað, vit eru sera glað fyri, og tað vilja vit fegin vísa øðrum við ólavsøkuhaldinum. Reyði tráðurin í tiltakinum er at koma út um bygdagarðin og lata Føroyar upp fyri umheiminum. Opinleiki virkar jú báðar vegir. Vilt tú integrerast í eitt nýtt umhvørvi, mást tú lata teg upp fyri øðrum á ein hátt, so tú samstundis fært givið nýggja umhvørvinum nakað frá tær sjálvum , sigur Niels og leggur afturat, at opinleiki eisini er fyrsta treytin, um tú vilt markera teg sum viðleikara í einum nútímans, altjóðagjørdum heimi.