Fyrsta dagin fer Skáseting Føroya at senda tey feløg, sum enn ikki hava latið roknskapin fyri 2012 inn, í Skftirættin til avtøku.
Flestu partafeløg hava roknskaparár, sum fylgir álmanakkaárinum. Tey hava freist til 1. juli at lata inn roknskapin inn fyri árið fyri.
1. august manglaðu 357 feløg at lata inn roknskapin, men síðstu dagarnar eru nakrir roknskapir afturat komnir inn til Skrásetingina. Enn mangla tó út við 300 partafeløg og smápartafeløg at lata inn roknskapin fyri 2012, og tað eru hesi, sum í nøstum verða send í Skiftirættin til tvingsilsavtølu.
Tað kann hava álvarsamar avleiðingar fyri eitt felag at vera sent í Skiftirættin.
– Men ofta er talan um feløg, har virksemið er steðgað upp, staðfestir Kristin Balle, løgfrøðingur á Skráseting Føroya.
Er tað so, at eitt felag er sent í Skiftirættin, so kann felagið verða tikið uppaftur innan tríggjar mánaðir, um roknskapurin er latin og eitt gjald upp á 5.000 krónur er goldið.
Men tað gongur bara einaferð, sigur Kristin Balle.
– Eitt felag, sum einaferð seinastu fimm árini hevur verið sent í Skiftirættin kann ikki takast uppaftur, sigur Kristin Balle.
Tá feløgini eru komin í Skiftirættin, so verður útnevndur eina likvidatur ella kurato, um felagið skal gjøgnum ein konkurs – og so verður felagið strikað.
Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at feløg ikki lata roknskapin inn til tíðina. Skráseting Føroya hevur seinastu árini stramma krøvini.
– Ofta eru tað feløg, sum eru illa fyri, sum ikki lata roknskapin inn til tíðina. Og ofta eru tað feløg, sum longu eru givin upp, heldur Kristin Balle.
Júst nær listin við feløgum verður sendur Skiftirættinum, veit Kristin Balle ikki at siga.
– Men tað verður ein av fyrstu døgum, tá vit hava gjørt endaligt upp.