40 ára føðingardagurin hjá Herfinni Haraldsen gjørdist enn meira hátíðarligur, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kom fram við at ynskja honum tillukku.
- Hóast borgarstjórin hevði nógv um at vera, setti hann kortini tíð av til at koma fram við at gleða Herfinn.
Tað skrivar Beinta Haraldsen, systir Herfinn, á sínari facebook-síðu, og Beinta leggur aftrat:
- Eg haldi, at tað er fantastiskt at hava ein borgarstjóra við slíkum yvirskoti. Betri borgarstjóri finst ikki, eru orðini hjá henni.
Beinta sigur, at beiggi hennara, sum annars fyllir 40 hin 25. november, helt føðingardagin á Verkstaðnum Vón leygardagin frá klokkan 11-16.
- Tá Heðin Mortensen kom innar, setti hann seg hjá Herfinni, og teir báðir sótu og ótu saman. Heðin gav eisini ein góðan penn við áskriftini ”Tórshavnar kommuna”.
Hon sigur, at umframt pennin, tók Heðin nálina úr egnum jakka og setti hana í jakkan hjá Herfinni.
- Eitt annað av hæddarpunktunum á degnum var, tá hansara yndissjónleikari seinastu 27 árini, Erling Eysturoy, kom framvið fyri at ynskja honum til lukku.
Beinta sigur, at Herfinn hevur hugt eftir Dólgunum næstan hvønn dag í mong ár, og seinastu árini hevur hann eisini hugt nógv eftir Trøllapæturi, har stóra stjørnan hjá honum er Erling, politistur.
- Øll, sum kenna Herfinn, vita, hvussu lívsglaður hann er. Eg havi tó heilt sjáldan sæð hann so glaðan og spentan sum ta løtuna, tá Erling politistur var og vitjaði, sigur Beinta Haraldsen.










