Hjálparfelagsskapurin, KRIS, hevur í dag 10 ár á baki. KRIS stendur fyri Kris, Ráðgeving, Insest og Siðamisbrot. Gvøðbjørg West hevur verið við alla tíðina og er dagligur leiðari á KRIS.
- Vit skulu eini 11, 12 ár aftur í tíðina. Tá vísti seg at vera in stórur tørvu á einum slíkum felagsskapi, og vit høvdu uppliva nakrar hendingar her sum førdu til, at felagsskapurin varð stovnaður, sigur Gvøðbjørg West.
Tey fingu samband við ein danskan lækna, Vibeke Møller, sum samanlagt var í Føroyum í trý ár og undirvísti, og hareftir varð støða so tikin til, at stovna felagsskapin KRIS.
Tørvurin hevur alla tíðina verið stórur á felagsskapinum.
- Ja, tað haldi eg, vit kunnu siga. Vit hava ført hagtøl í longri tíð og tað tykist, sum vit hava ein nýggjan tilburð hvørja viku. Vit vóru niðri á 42 síðsta ár, og nú vit skriva 15. september hava vit tríggjar nýggjar tilburðir í hesum mánaðinum, sigur Gvøðbjørg West.
KRIS er ikki ein felagsskapur, ið vendir sær til børn, sum eru misnýt kynsliga.
- Nei, okkara felagsskapur vendir sær til fólk yvir 18 ár. Tað merkir, at vit taka okkum av seinárinunum av kynsligum ágangi. Ofta koma ofrini ikki fram við tí, fyrr enn tey eru vorðin rímiliga vaksin, sigur Gvøðbjørg West.
Ynskja miðstøð
Felagsskapurin hátíðarheldur føðingardagin við einari móttøku leygardagin í hølunum hjá KRIS á Heiðavegi 15 í Saltangará, har øll sjálvandi eru vælkomin.
Eisini hava tey fingið sett upp eina skipan, har tað ber til at stuðla KRIS fíggjarliga.
- Vit hava fingið eitt nummar, har tað ber til at senda sms. Nummarið er 1919, og við at skriva KRIS og senda til hetta nummarið, stuðla fólk við 50 krónum, sigur Gvøðbjørg West.
Skipanin sjálv fer tó ikki at virka fyrr enn fríggjadagin og verður síðani virkin 14 dagar fram.
Men stóra føðingardagsynskið hjá KRIS er at fáa eina miðstøð, at fólk kunnu koma inn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.
- Vit hava fyri árum síðani verið í samband við fíggjarnevndina hjá løgtinginum, har vit settu okkara ynski fram. Vit hava samband við eina kvinnu í Noregi, sum hevur tætt samband við norska stórtingið, við atliti at teimum mongu líknandi felagsskapunum, sum finnast í Noregi, sigur Gvøðbjørg West.
Enn eru long útlit til eina slíka miðstøð, men trupulleikin, sum KRIS hvørvur ikki, og enn er líka stórur tørvur á felagsskapinum sum tá felagsskapurin varð stovnaður fyri 10 árum síðani.