Út við bókmentum!

Ja, yvirskriftin skal takast bókstaviliga. At koyra bókmentir út, út á altjóða marknaðin. Har fólk og lesarar eru. Í hópatali.

 

Fyrimyndin í hesum føri eru norðmenn, sum í nøkur ár hava marknaðarført bæði fagur- og yrkisbókmentir í útlandinum. Nú verður eisini alnótin nýtt í markleysa tykisheimi.

NORLA er skrivstovan fyri norskar fagurbókmentir í útlandinum. Hetta er ríkisstuðlað og ikki-handilslig kunningarstova. Hiðani fáast allir upplýsingar um norskar fagurbókmentir og rithøvundarnar aftanfyri bøkurnar. Á skrivstovuni arbeiða trý fólk, ein dagligur leiðari, ein ráðgevi og ein skrivari. Teimum til handa gongur bæði eitt stýri og eitt ráð. Tað er norska mentamálastýrið sum fíggjar raksturin. NORLA gevur út ?Selected Norwegian Fiction? og eitt tíðindaskriv við ummælum av norskum bókum. Tíðindaskrivið kemur tvær ferðir um árið.

MUNIN er norsk yrkisbókmentunarlig skrivstova við fýra árum á baki. MUNIN er áhugafelagsskapur við tí endamáli, at samskipað og professionaliserað útbreiðsluna av norskum yrkisbókmentum kring heimin. Grundsjónarmiðið er sjálvsagt, at umheimurin ikki kann verða norskar yrkisbøkur fyriuttan. ?I visshet om at norsk faglitteratur har mye å tilføre utlandet, formidler MUNIN informasjon om norsk faglitteratur og gir økonomisk støtte til oversettelser? verður sagt á heimasíðuni hjá skrivstovuni.

Tað var felagið av yrkisbókarithøvundum, Norsk faglitterær forfatter- og oversetterforening, sum tók stig til at stovna MUNIN. Skrivstovan fær eisini stuðul frá norska mentamálastýrinum, Norsk Kulturråd og Norska Bókaútgevarafelagnum. Í stýrinum og týðaranevndini í MUNIN eru fólk við altjóða áhuga og kontaktum. Dagligur leiðari í MUNIN er Elisabet W. Middelthon, sum hevur drúgvar royndir á altjóða bókamarknaðinum.

Kundi hugsast, at útlendska oljuvinnan vil lata ein pott av hvørjari forvunnari tunnu til týðarar, so føroysk bókmentaverk kundu verið flutt í altjóða ljós. Livst so borast.

Meiri er at lesa um báðar norsku bókmentunarligu skrivstovurnar í alnótini á hesum adressum:

www.boknett.no/norla

www.boknett.no/munin