ganga. Arna er gift við Gerhard. Tey vóru ung tá tey blivu gift, hon 18 og hann 19 ár. Tey fingu 3 dreingir, og má sigast, at teir vuksu upp í einum tryggum heimi, og høvdu teir eina góða barlast við heimanífrá [...] giftur við Mariu, tey eiga 3 børn og siglur hann sum skipari. Jóhan Wilhelm eigur eina dóttur og siglir sum stðrimaður og Sámal Hanni er giftur við Kristu, tey eiga 4 børn, og hevur hann handil í Skopun. Góða [...] fyrsti starvsdagur hennara var hjá Bellu Drangá í Skopun, síðani hjá Kinne. Arna er, og hevur verið vældámd í sínum arbeiði, og kann ikki sigast annað enn, at tey fólk, sum hon hevur havt við at gera, eru altíð
Ávikavist 10. juli og 13. juli fylla hjúnini Hildigunn og Mortan Johannesen 70 ár. Hildigunn er úr Skálavík og er dóttir Helenu og Niels Holm Nicodemussen. Pápi hennara varð ofta nevndur Niels á Hamri [...] búsettust í Havn og fingu børnini Kaj, Niels og Helenu. Barnabørnini eru 10 í tali. Mortan var nógv burtur við skipi, ímeðan børnini vóru smá. Hildigunn var heimagangandi og ansaði eftir húsi og børnum. Ikki [...] at hjálpa honum við umsitingini av hesum virksemi og hevur gjørt tað síðani. Hildigunn og Mortan komu sum ung til persónliga trúgv á Harran Jesus, og hava havt sítt andaliga heim í Ebenezer. Góðu tit bæði
vegna sjúku, og Signhild f. 1955, tey eiga eisini 10 ommu- og abbabørn og 11 langommu og langabba børn. Omma og abbi eru 83 og 88 ára gomul, tey eru væl fyri, klára seg sjálvi. Omma vaskar og ruddar, hon [...] situr eisini og bindur til sjómanskvinnuringin á hvørjum árið. Abba dámar væl at sita í kjallarinum og tilevna úr træ, m.a. ger hann spøl, leypar, bátar og tufflir. Tað er sera vakurt, og eru tey altíð [...] koma á gátt hjá ommu og abba. Omma er altíð klár við einum drekkamunni og okkurt gott afturvið. Ommu kann man tosa um alt við, hon sigur sína hugsan og leggur ikki fingrarnar ímillum, og er tað bara gott.
Vit sum búgva í Klaksvík og her um leiðir vitja ofta mammu, ommu og langommu okkara, og altíð er hon líka blíð og tekur hjartaliga væl ímóti okkum. Sjálvt hevur hon eisini verið ófør at vitja síni nærmastu [...] Bretlandi og vitjaði svigarinnu, sum er gift og búsitandi har. Sum sagt hevur mamma verið eitt konubrot og eitt arbeiðsgrev hevur hon altíð verið. Hóast hon hevði ein útróðrarmann at passa, og 10 børn í [...] Mamma kom ung til Klaksvíkar at arbeiða og eitt satt konubrot hevur hon altíð verið. Í 1937 fór hon, 22 ára gomul, saman við Alfred Petersen, trúboðara og øðrum yvir í Gomlu Føroyingahavnina at arbeiða
evnað varð - hvørt breyð tú mátti baka. 6. Um eg leitaði á víðum havi og spurdi runt í heimsins londum, um hvør tær tungu byrðar bar og kargu jørð at frukta fær - svarið finst í slitnum hondum. 7. Ja, boð [...] boð mær bera tínar hendur at málið kanska skjótt er nátt. Sum ung tú legði landi frá - at halda fram – tað er tín trá tann síðsta tein á sama hátt. 8. Um aftur tú í moldina vendir ella Gud Sonin her sendir
fyri meg og fortelja tær, at eg elski teg og abba sera høgt. So enn einaferð og heldur seinkað eisini hjartaliga tillukku við føðingardegnum og Harrin signi og styrki teg framyvir. Eg í myrkri og ljósi við [...] rullurnar javnar, so eg snýtti og legði tvær niðast og tríggjar ovast ? og vónaði, at tað gekk. Men tú uppdagaði tað, og eg fekk ein ordans uppsang. Hetta var uppá sítt pláss og sigur nakað um, at tú gjørdi [...] útbúgvingina, og eg havi sanniliga havt tað gott. Takk fyri hetta eisini. Omma, tú og abbi eru vælsignaði við 4 børnum, 17 barnabørnum, harav 16 liva og ikki at gloyma øll 15 langommu og -abbabørnini og tað 16
politiskar nevndir, eitt nú børn- og ung og eldranevnd, sum standa saman um og alla tíðina seta krøv um eitt ávíst innihald og tænastustøði, sum er so høgt, sum til ber. Og lata starvsfólkini, í samráði við [...] fíggjarligir og fysiskir karmar eru til arbeiðini, og eisini alla tíðina vera so dagførdir um raksturin, at teir vita um nøgdsemi, skil er á og at tænasturnar liva upp til tað, sum fólkið vil hava. Og síðani [...] politikarar og fólkið vil hava frá økjunum, at tað verður fíggjarliga forsvarligt og í semju við politiskan meiriluta. Tí hevur tað stóran týdning fyri meg, at hava borgarstjóra og bestu umsitingar. Og hava
veruleikin, at tey hagtøl og tær kanningar, sum eg vísti og vísi til, eru fult almenn og verða brúkt av m.ø. LGBT runt allan heim. Tey, politikarar og vísindafólk í øðrum londum og eg í Føroyum, vísa á somu [...] veita hjálp sína, og vónandi kunnu líðandi føroyingar skjótt uppliva virki teirra. Ein teirra hoyrdu og lósu vit jú um í fjølmiðlum okkara fyri stuttum, ungur føroyingur, sum trúði, og royndi at prógva [...] Frelsarin og hann, og alt broyttist“..... Hasi vórðu orð míni! Orðingina í Informatión eigur journalisturin fult og heilt, hon bjóðaði mær at svara á føroyskum, umskrivaði síðan míni orð til danskt, og umskriving
tæna hjá frú Louis Zachariassen og seinni hjá Herluf og Judit Arnason og lærdi eisini bókbinding har. Eina tíðina arbeiddi hon hjá Mariu Poulsen har var hon einaferð áhalsin og datt í útsýnisvindeyganum. Men [...] kundi í “week-end”,nei ,tað var bert á jólum og um summarið,at hon slapp at vitja mammu sína og heimbygdina. Mamman hevur oftani greitt frá um slíkar túrar og nevnast má her at gingið var allan vegin, eisini [...] frá mammu síni so ung og so leingi! Seinni kom hon til Klaksvikar at tæna Hjá Dáva í Gerðunum .Har kom hon til persónliga trúgv á Harran Jesus,allir synirnir hjá Dáva løgdu seg á knæ og bóðu fyri henni.Teimum
rørd og lá, aktiónshaldarin lyfti boygda høvd og segði: "Hvat boð skal eg fá?" "Túsund er boðið - og hvør sigur tvey? Tvey túsund - hvør ger tað til trý? Trý túsund og fýra, fimm, seks og sjey - og so fall [...] teir - kom fram og bað lata seg fá ta gomlu fiólina. Hann hana fekk og stemmaði streingirnar væl og spældi eitt lag, sum til hjørtuni gekk sum einglasongur og spæl. Nú tagnaði spælið og við eini rødd, sum [...] samgongu og andstøðu og fólk frá sernámsdeplinum høvdu at bera fram. Eisini umboð fyri foreldur at menningartarnaðum høvdu orðið. Eftir at formaðurin, Malena Arnholdsdóttir, hevði bjóðað vælkomin og lands