Endiliga upprann dagurin, sum vit hava tosað so nógv um. Louisa omma og Martin abbi hava krúndiamantbrúdleyp í dag 10 januar, so nú hava tey verið gift í 65 ár, tað er ikki á hvørjum degi, at man upplivir tað.
Tað er ein stór gleði, at tit kunnu uppliva henda stóra dag, og at vit kunnu hátíðarhalda hann saman við tykkum. Tað eru longu 5 ár síðani tit høvdu Diamantbrúdleyp, ja, tíðin gongur skjótt. Tá hildu tit dagin hjá Allu fastir saman við familju og kenningum.
Omma og abbi blivu gift sum ung í 1941, tey búsettust í Klaksvík og fingu 6 børn. Jógvan Martin f. 1940., Elna Torbjørg vanliga nevnd Alla f. 1942. Sólbjørn f. 1943, Gunhard f. 1947, Sigmund f. 1949, doyði í 1950 vegna sjúku, og Signhild f. 1955, tey eiga eisini 10 ommu- og abbabørn og 11 langommu og langabba børn.
Omma og abbi eru 83 og 88 ára gomul, tey eru væl fyri, klára seg sjálvi. Omma vaskar og ruddar, hon ger døgurða hvønn dag sjálv. Tey hava tvey hús at passa og ein urtagarð, sum tey fríðkaðu um í summar.
Omma er sera ófør at binda, situr altíð við stokkum. Á jólum og til føðingardagar fáa vit øll okkurt bundið plagg, tað er vælgjørt og deiligt at fáa. Hon situr eisini og bindur til sjómanskvinnuringin á hvørjum árið.
Abba dámar væl at sita í kjallarinum og tilevna úr træ, m.a. ger hann spøl, leypar, bátar og tufflir. Tað er sera vakurt, og eru tey altíð klár at geva burtur av.
Tað er altíð hugnaligt at koma á gátt hjá ommu og abba. Omma er altíð klár við einum drekkamunni og okkurt gott afturvið. Ommu kann man tosa um alt við, hon sigur sína hugsan og leggur ikki fingrarnar ímillum, og er tað bara gott.
Til síðst vilja vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við Krúndiamantbrúdleypsdegnum, Guðs ríku signing í framtíðini og takk fyri alt tit hava verið fyri okkum.
Ein heilsan við 1.Kor.13
Ynskja vit
Louisa, Róin og Jógvan Martin
Sigrid, Jákup M, Steffan og Hanna
Sjúrður, Lis, Jógvan K., Ása, Richard og Julian










