Ein heilsan til mammu á 90 ára føðingardegnum 16.05-2013

Tínar slitnu hendur


1. Mamma – tínar slitnu hendur
mær bera boð um ár so mong.
Ein arbeiðsdag tú hevur havt
har nógv av hondunum varð kravt
- tú aldi gentu, aldi drong.

2. Mamma – tínar slitnu hendur
mær bera boð um ár so mong.
Um tað var dagur ella nátt,
fólk, sum kom hjá tær á gátt
tey út aftur ei fóru svong.

3. Mamma – tínar slitnu hendur
mær bera boð um lív so langt.
Vit frøast henda stóra dag
at tú við tínum hjartalag
øll tíni at tær hevur tengt.

4. Meg slitnu hendur minna á
tú aldri krevur – bara gevur.
Um strævnar vóru løtur
tó heiløgum um føtur
tú mangan vaskað hevur.


5. Ei altíð skreyt so fínt tú bart
tí annað var í hond at taka.
Tað plagg sum hvør av okkum bar
av hondum tínum evnað varð
- hvørt breyð tú mátti baka.

6. Um eg leitaði á víðum havi
og spurdi runt í heimsins londum,
um hvør tær tungu byrðar bar
og kargu jørð at frukta fær
- svarið finst í slitnum hondum.

7. Ja, boð mær bera tínar hendur
at málið kanska skjótt er nátt.
Sum ung tú legði landi frá
- at halda fram – tað er tín trá
tann síðsta tein á sama hátt.

8. Um aftur tú í moldina vendir
ella Gud Sonin her sendir
- tá hvíla skulu troyttu hendur.
------

Mars 2013 H.