Ein heilsan til mammu á 85 ára degnum

Í dag ? týsdagin 7. februar ? fyllir Signhild Johannesen, Signhild á Hædd í Klaksvík 85 ár. Mamma er ættað úr Miðvági. Foreldur hennara vóru Hans Hansen, vanliga róptur Hans í Sibbanum og Elsa Maria Hansen, ættað úr Klaksvík. Elsa Maria var dóttur Mariu og Kollafjarðar-Jógvan. Tey búðu á Stongunum í Klaksvík.

Mamma kom ung til Klaksvíkar at arbeiða og eitt satt konubrot hevur hon altíð verið. Í 1937 fór hon, 22 ára gomul, saman við Alfred Petersen, trúboðara og øðrum yvir í Gomlu Føroyingahavnina at arbeiða á føroyska sjómansheiminum har. Sjómansheimið hjá føroysku sjómansmissiónini í Gomlu Føroyingahavnini varð tikið í nýtslu árið fyri ? í 1936. Men mamma gavst ikki eftir einum ári. Hon var eisini í Grønlandi í 1938 og 1939.

Í 1940 giftist hon við Aksel Johannesen, Aksel á Hædd í Klaksvík, og búsettust tey í barnaheimi hansara uppi á Hædd. Pápi okkara doyði í 1978. Mamma hevur sostatt verið einkja í 22 ár. Barnaflokkurin hjá teimum báðum gjørdist stórur. Vit eru 10 systkin sum øll eru á lívi. Elsti sonurin býr í Noreg. Elsta dótturin býr í Fuglafirði. Tvær búgva í Hvannasundi og ein í Norðdepli. Hini fimm systkini búgva í Klaksvík.

Sum nevnt áttu tey bæði ? mamma og pápi ? 10 børn. Ommubørnini hjá mammu eru 35 í tali og langommubørnini eru 43. Vit sum búgva í Klaksvík og her um leiðir vitja ofta mammu, ommu og langommu okkara, og altíð er hon líka blíð og tekur hjartaliga væl ímóti okkum. Sjálvt hevur hon eisini verið ófør at vitja síni nærmastu. 70 ára føðingardagin helt hon hjá elsta soninum í Noreg. Í 1994 var hon í Bretlandi og vitjaði svigarinnu, sum er gift og búsitandi har.

Sum sagt hevur mamma verið eitt konubrot og eitt arbeiðsgrev hevur hon altíð verið. Hóast hon hevði ein útróðrarmann at passa, og 10 børn í húsinum, við so at siga ongum hentleikum at ráða yvir, so var altíð so skínandi reint og ruddiligt í heiminum. Hvussu ófør og arbeiðsom mamma okkara er, gav at bíta, tá hon nú til seinastu jól hevði bundið øllum 43 langommubørnunum eitt par av hosum í part í jólagávu.

Hóast hon nú í nógv ár hevur verið bæði blind og hølt, so setist hon kortini ikki aftur av hesi orsøk, men leitar sær javnan í dagtilhaldið fyri eldri, eins og hon til fyri stuttum javnan hevur vitja børn og ommubørn, sum búgva heima í Føroyum. Mamma býr framvegis í heiminum, saman við næstelsta soninum, sum er ógiftur. Hon fær heimahjálp tvær ferðir um dagin og klárar seg annars væl.

Góða mamma, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 85 ára degnum og takka tær fyri alt tað tú hevur verið fyri okkum børnini, svigarbørnini, ommubørnini og nú eisini tey mongu langommubørnini. Vit ynskja tær nógv góð ár afturat og eitt gott og blítt lívskvøld.

Harrin styrki teg og vælsigni teg.


Heilsan Johild