í Føroyum, og tiltakið var ikki ov kostnaðarmikið. Endiliga var Grand Prixið komið til Føroya, og við nógvum og góðum minnum í huganum sótu flest fólk og bíðaðu spent. Kensluborin kelda Fyrst á skránni [...] klassikaran ?Smile?, og hetta var eisini eitt virðiligt og kensluborið punktum. Stóra løtan hjá Pæturi var lagið ?Museum?. Her fekk hann hjálp frá duldum røddum handan teppið, og hetta virkaði eitt sindur [...] var ógvuliga kenlsluborin og innilig. Ein sovorðin framførsla krevur samstundis nakað av áhoyrarunum og fyrireikarunum. Hetta eru løg, sum upplivast best, tá tú situr niðri og lurtar. Meðan framførslan
sjálvsagt fyrst og fremst um bestu leikararnar, og kemur eitt nóg stórt boð úr onkrum útlendskum felagi, kann væl verða, at Flemming Østergaard verður noyddur at siga jú takk. Zuma og Laursen Fyrst og fremst [...] kappingina at stríðast fyri, og spurningurin er, hvat tá fer at henda. Hendan er als ikki eins áhugaverd hjá veruliga stóru feløgunum, og spurningurin er so, hvat Holmstrøm og Østergaard siga, um eitt boð [...] hann bæði í fjør og higartil í ár hevur sýnt stórspæl í fleiri dystum, so ferðaðist vakra saksaspark hansara í avgerandi dystinum móti Brøndby í fjør kring sjónvarpsskíggjarnar í Europa, og roknað verður
toygt og tenjað tey og borðreitt tey betur enn nakað missiónsblað hevði dugað tað. Tað er í fínasta lagi, at Dimma hevur loyst seg frá fyrst og fremst at vera málgagn hjá Sambandsflokkinum og til at vera [...] fylgja trúføst paroluni og gera sítt til at spilla Danmørk og alt danskt út. Danir fáa skyldina fyri alt tað ringa og negativa, sum eyga kann fáast á her á landi, bæði tað sum er, og ikki minst tað, sum ikki [...] sjálvandi ikki. Og tann eyðmýkingin kravdi eina endurbót. Strategiin hevur higartil eydnast væl. Tú møtir valla nøkrum fullveldisfólkum, sum hava nakað sum helst gott at bera Danmørk og dønum, og tey fylgja
Men tað er tað eingin grund til. Teir kunnu byrja arbeiðið hjá sær fyrst í árinum, og um formaðurin og skrivarin skipa og leggja arbeiði og fundir væl til rættis, ber saktans til at fáa eitt gott arbeiði [...] ein part við tíðini at fáa eina betur og betur vitan um havið undir Føroyum, og hvussu broytingarnar ávirka lívið í havinum, og sostatt eisini fiskastovnarnar, og fyri ein part á hvørjum árið at meta um [...] tíðina, og at tilgongdin var sera lítil. Í 1992/93 kom broyting í, og góðir árgangir av toski og hýsu komu undan. Viðurskiftini í sjónum batnaðu eisini nógv komandi árini, so fiskurin vaks væl, og tað var
omanfyri matstovuna, og tað var kanska eitt sindur torført ella svangligt hjá teimum at arbeiða, tá lukturin av stóktum eplum herjaði dag og dagliga. Hetta varð tó loyst í sátt og semju, og í dag húsast bæði [...] hevur verið. Chijioke Akwukwuma ger greitt, at teir og hann sjálvur hava í hyggju at vera leingi í Føroyum í sambandi við oljuvinnuna. Fyrst og fremst er tað royndarboringarnar, men hann sigur eisini, at [...] fólk frá bæði Statoil og TSF luttaka. Tað minnir í nógvar mátar um at síggja ein hernaðarfilm, tá ein hyggur at rúminum, har fólkini frá Statoil og TSF hava fund hvønn morgun og hvørt kvøld. Stórar talvur
Østergaard, í pressurúmið, og tað var skjótt, at pressan flokkaðist um væl hýrda mannin. Tað søgdust vera umboð fyri 31 europeisk stórfeløg í Parkini. Teirra áhugi snúi seg fyrst og fremst um Zuma, sum nú verður [...] seg nógv og skjótt. Í 1994 spældi FCK í gomlu Europa-Cup meistarakappingini. Mótstøðuliði var italska Milan, og Maldini, Baresi, Costacurta, Brian Laudrup, Albertini, Boban, Papin, Simone og Orlando vóru [...] Lazio. Karmurin í Parkini var fantastiskur, og sjálvt um hann ? sæð við føroyskum eygum ? hevði verið upp aftur betur, um Todi Jónsson hevði verið á vøllinum og ikki á áskoðaraplássunum saman við 37.515
funk, soul og pop, men tað var fyrst og fremst eitt show, sum veruliga vildi nakað. Sjálvur segði Erann eftir konsertina, at hann var væl nøgdur, og føroyska áhoyrarafjøldin var lívlig, og tað eisini nakað [...] tóma høll. Framførslan eigur fyrst og fremst at vera samband millum bólk og áhoyrarnar, men vánaliga luttøka mikukvøldið gjørdi, at Chilly Friday spældi út í eina tóma høll, og hetta er nakað, sum merkist [...] Bólkurin spældi bæði á enskum og á grønlendskum, og var tað ikki tann stóri munurin á teimum ensku og grønlendsku løgunum. Talan var um rokkløg, sum ikki tann nógvi og stóri munurin var á. Síðsti lagi
hækkað pensiónsaldurin, soleiðis at fólk, sum annars vóru frísk, kundu arbeitt longri áramál. Men fyrst og fremst latið seg umboðað sterk á tingi o.s.fr. »Den, som har skoen på, ved hvor den trykker«. Vit vilja [...] hækking. Aksel Krog, vit fáa bæði danska pensión (eins og Karstin Hansen fær, um ikki so langa tíð), tí vit vóru danskir tænastumenn, (eins og nógvir loysingarmenn eru). Eg kom at hugsa um tygara »skaldyr« [...] hava fingið tykkum sjálvum ? og síðani afturvirkandi. Sjálvandi skulu øll hava sømiligar pensiónir. Er tað so, at stýrisskipanarlógin loyvir tykkum sjálvum at áseta lønir og pensiónir tykkara, so syrgið
fjølbroyttar, bæði í innihaldi og skrivingarlagi, og uttan at greiða frá innihaldinum kann nevnast, at umframt spennandi nútíðarsøgur eru í savninum bæði sience-fiction, ræðusøga og kjatt-søga, sum á sín hátt [...] vann 1. virðisløn, »Angels place«, eftir Hanus Kamban, er prentað fremst í savninum, men annars er raðfylgjan tilvildarlig. Søgurnar, og tey, ið skrivað hava, eru: Niclas Rasmussen: »Fyri lív, eftir deyða« [...] hátt eisini siga nakað um Føroyar fyrst í 21. øld. Fremst í bókini er stutt formæli, sum formaður í stjórn Listastevnu Føroya 2001, Helga Hjörvar, hevur skrivað. Aftast er prentað rithøvundayvirlit við stuttari
Liðið og einstaklingar Í so máta gjørdist javnleikurin sjálvsagt eitt vónbrot fyri HB, men tað skerst tó ikki burtur, at talan var um eitt framúr gott úrslit. Eitt úrslit, sum fyrst og fremst varð bygt [...] høvdu føroysk lið tryggjað sær tvær javnleikir. Fyrst B86 móti Lokeren niðri í Belgia, og síðani VB á heimavølli móti Slavia Mozyr. Hóskvøldið átti HB so tørn, og tá alt kom til alt, var tað um reppið, at [...] hetta kappingarárið, og tá liðið so eisini mátti vera vanliga liðskiparan, Rúna Nolsøe og málverjan, Bárð Johannesen, fyri uttan, sá av álvara svart út. Summi gingu enn tá runt og óttaðust eitt veruligt