Skulu danir gerast fíggindar okkara?

Endamálið hjá Høgna Hoydal er nærum rokkið. Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru nú so eitrað, at eftir standa bert tær útpenslaðu fíggindamyndirnar, sum helst fara at gerast valplakatir.

 

Eilif Samuelsen

03-08-01


Endamálið hjá Høgna Hoydal er nærum rokkið. Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru nú so eitrað, at eftir standa bert tær útpenslaðu fíggindamyndirnar, sum helst fara at gerast valplakatir.

Tað tykist at koma meira og meira til sjóndar, at eitt av strategisku endamálunum hjá fullveldisfólkunum hevur verið og framvegis er at forpesta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark so nógv, sum til ber.

Hetta er lutvíst ein arvur, sum heilt frá pørtum av tí gomlu sjálvstýrisrørsluni - gjøgnum Tjóðveldisflokkin, er geisaður upp aftur og settur í system av tí harða kjarnanum í fullveldisfylkingini seinastu trý árini.

Serliga tók útspillingin dik á seg, eftir at samráðingarnar við donsku stjórnina so fullkomuliga miseydnaðust orsakað av tí heilt veruleikafjara upplegginum, sum føroyska samráðingarnevndin í ungdommiligari hugmóð helt seg kunna smoyggja niður yvir donsku stjórnina uttan víðari. Tað kundi hon sjálvandi ikki. Og tann eyðmýkingin kravdi eina endurbót.

Strategiin hevur higartil eydnast væl. Tú møtir valla nøkrum fullveldisfólkum, sum hava nakað sum helst gott at bera Danmørk og dønum, og tey fylgja trúføst paroluni og gera sítt til at spilla Danmørk og alt danskt út. Danir fáa skyldina fyri alt tað ringa og negativa, sum eyga kann fáast á her á landi, bæði tað sum er, og ikki minst tað, sum ikki er.


Ein spurningur um trúgv

Henda systematiska útspillingin er nú í ferð við at koma inn í blóðið á øllum føroyingum. Royn og lurta eftir, hvussu fólk tosa, tá ið komið verður inn á politisku viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Lurta eftir, hvussu orðalagið og hugsunarhátturin hjá Høgna Hoydal hevur gjøgnumsúrgað hugaheimin, ikki minst hjá ungdóminum, ið sum vera man sjálvandi er lættastur at ávirka. Hansara flosklar og íðiliga endurtiknu rakstrarróp verða brúkt í staðin fyri argumentatión. Hesi fólkini eru langt síðani hildin uppat at hugsa sjálv. Nú trúgva tey. Sum um fullveldið var ein átrúnaður, og tá eru fólk um at koma hagar, Høgni vil hava tey.

Tað er høvuðsendamálið hjá øllum fólkaforførarum at fáa fólkið til at lata vera at hugsa sjálvt, men einans at trúgva upp á tey fáu rakstrarrópini, sum upp og upp í saman verða júkað niður í tey frá í erva: merkir bara, at ein verður myndigur. Evsta vald skal liggja hjá føroyska fólkinum. Yvirvaldsrætturin/ognarrætturin/ábyrgdin osfr. skal liggja hjá føroyska fólkinum. Vit skulu taka ábyrgd av egnum landi. Vit skulu taka ábyrgd av okkum sjálvum. Vilt tú hava, at føroyingar skulu hava evsta vald í Føroyum ella vilt tú, at danir skulu hava evsta vald? Hesi sitatini hjá Høgna Hoydal eru tann óhugnaligi kjarnin í fullveldispolitikkinum. Vit skulu bara trúgva upp á framtíðina, so fer alt samalt at laga seg. Avleiðingar skal ikki hugsast um. Henda grunna og hættisliga boðskapin eru nógvir føroyingar farnir at trúgva so fast uppá, at teir fara at atkvøða fyri fullveldinum, tí Høgni sigur tað.


Bønamenninir í garðinum

Upphavsmaðurin til fullveldisprosjektið ella ?eksperimentið, sum tað í roynd og veru má metast at vera, hevur havt nógvar ídnar og eldhugaðar hjálparar. Eitt av hjálparamboðunum í fullveldistilgongdini er útgávan av vikublaðnum Fregnir, sum verður stýrt av tí kanska ágrýtnasta lærhvølpinum. Tað blaðið hevur meldað út, at tað er óheft av partapolitikki. Men ikki tess minni hevur tað nýtt allan sín mátt higartil at stuðla upp undir fullveldispolitikkin hjá landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum, sum eisini er formaður í Tjóðveldisflokkinum.

Umframt ta integreraðu dananiðurgeringina hevur eitt av høvuðsevnunum í blaðnum verið at velja út úr skjalarúgvu fingin til vega úr donskum ráðharrastovum. Vald eru bert tey skjølini, sum seta viðurskiftini til Danmørk í ringt ljós. Haraftrat vera skjølini grovliga misbrúkt, við tað at blaðið letur skína ígjøgnum, at hetta er søguligi sannleikin um viðurskiftini beint eftir kríggið. Skjølunum er sjálvandi einki í vegin við, men tey høvdu uppiborið at verið viðgjørd av heiðurligum søgufrøðingum, sum ikki misbrúktu tey at manipulera við.


Dimma sum propagandablað

Sjálvt inni á gomlu Dimmu hevur seinastu trý árini verið ein vælskrivandi tegnur, viðhvørt fleiri, sum hava loftað hvørjum orði av munni andaliga leiðarans, toygt og tenjað tey og borðreitt tey betur enn nakað missiónsblað hevði dugað tað.

Tað er í fínasta lagi, at Dimma hevur loyst seg frá fyrst og fremst at vera málgagn hjá Sambandsflokkinum og til at vera óheft tíðindablað, sum rekur objektivan tíðindaflutning. Men tað er at fara eitt sindur ov langt í frísinnisins heilaga navni at lata blaðfólk sleppa at gera blaðið til eitt propaganda-blað fyri Tjóðveldis- og fullveldispolitikk. Og tað verður tað heldur ikki meira óheft av.

Nógv verður í hesum døgum talað um telduvirus, sum kann gjøgnumsúrgað telduheilan. Nakað tað sama er hent í føroyska samfelagnum, síðani henda samgongan kom til við einans einum endamáli. Fullveldisvirusið hevur, uttan at vit rættiliga hava givið tí gætur, gjøgnumsúrgað føroysku tilvitanina.

Men í flestu førum ber til at finna eitt antivirus, sum kann basa slíkum. Og skulu vit trúgva buldribassanum í seinasta Fregni, so er vón í eygsjón.

Sjálvt um tað skuldi hent einaferð í framtíðini, at vit loystu okkum meira frá Danmark, so hevði tað tænt okkum sjálvum, ættarfólki okkara har niðri og føroysku tjóðini munandi betur, at vit høvdu varðveitt tey virðiligu, góðu og brøðraligu viðurskiftini, sum teir allarflestu føroyingarnir ígjøgnum øldir hava mett sum eina sjálvfylgju.