Í savninum eru 14 stuttsøgur, ið 12 rithøvundar og ein kvøldskúlaflokkur á skriviskeiði hava skrivað. Søgurnar eru valdar út millum tær 42, sum komu inn, tá ið Listastevna Føroya 2001 skrivaði út stuttsøgukapping.
Søgan, sum vann 1. virðisløn, »Angels place«, eftir Hanus Kamban, er prentað fremst í savninum, men annars er raðfylgjan tilvildarlig. Søgurnar, og tey, ið skrivað hava, eru:
Niclas Rasmussen: »Fyri lív, eftir deyða«.
Marjun Kjelnæs: »Kópakona«.
Dagfinn Olsen: »Oktober í kjallaranum«.
Oddvør Johansen: »Gott er at vera sterkur Maria og Tann nútíðin, vit elska at skriva um«.
Elias Askham: »Placebo«.
Sólvør Patursson Niclasen: »Glerpípusonatan«.
Halldóra Dam: »Húsini«.
Rachel Helmsdal: »Angi av Ribes«.
Kvøldskúlaflokkur: »Út í tóman heim«.
Meinhard Jensen: »Login í hellinum undir kaffistovuni«.
Heidi Laura Vágsá: »www.kærleiki.fo«.
Søgurnar eru ógvuliga fjølbroyttar, bæði í innihaldi og skrivingarlagi, og uttan at greiða frá innihaldinum kann nevnast, at umframt spennandi nútíðarsøgur eru í savninum bæði sience-fiction, ræðusøga og kjatt-søga, sum á sín hátt eisini siga nakað um Føroyar fyrst í 21. øld.
Fremst í bókini er stutt formæli, sum formaður í stjórn Listastevnu Føroya 2001, Helga Hjörvar, hevur skrivað. Aftast er prentað rithøvundayvirlit við stuttari umrøðu av rithøvundunum.
Lisdtamaðurin Ova hevur gjørt permuna. Hann hevur, sum ein av fáum, lisið handritið, og hann eigur eisini uppskotið til heitið á savninum: »Mjørki í heilum«.
Stuttsøgusavnið »Mjørki í heilum« 194 bls., heft við klaffum. Hestprent hevur umbrotið og prentað bókina, Helge Justinussen hevur bundið inn. Bókin kostar kr. 150 í bókhandlum kring landið.