Nigeri leiðir oljuleitingina í Føroyum

Oljuvinna:Á odda fyri oljuleitingini hjá Sovereign Explorer, ið borar í føroyskum sjógvi, stendur ein nigeri. Tað er hansara ábyrgd, at Statoil fær tað, sum teir hava biðið um. Hann er tó bert ein í einari risastórari altjóða fyritøku

 

Fyrr í ár fekk ein ?burgaramatstova? í Havnini eina rættiliga nýgerð. Orsøkin til hetta var, at Statoil skuldi húsast omanfyri matstovuna, og tað var kanska eitt sindur torført ella svangligt hjá teimum at arbeiða, tá lukturin av stóktum eplum herjaði dag og dagliga. Hetta varð tó loyst í sátt og semju, og í dag húsast bæði matstova og Statoil í sama húsi.

Í hølunum hjá Statoil Færøerne í Havn verður oljuleitingin hjá Sovereign Explorer stýrd. Her húsast ovastu fólkini hjá fyritøkuni, sum eru í Føroyum. Tað er Statoil, sum eigur loyvið, men tað er Transocean Sedco Forex(TSF), sum stendur fyri boringini, tá tað eru teir, ið eiga Sovereign Explorer.

Transocean húsast hesar dagarnar, leitingin er, saman við Statoil. Tá boringarnar hjá Amerada Hess byrja, fara fólkini hjá stóru altjóða fyritøkuni, sum hevur høvuðskontór í Houston, Texas, niðan í bygningin hjá Amerada at húsast.

At fólk ikki vita at skilja ímillum Statoil og Transocean síggja tey bara sum ein fyrimunn, tí hetta merkir, at tey gera eitt gott arbeiði, verður sagt av skrivstovuni.

Tað er Statoil, sum ásetur hvar og nær borast skal, men tað er Transocean, sum m.a. hevur ábyrgdina av trygdini hjá øllum teimum, ið eru umborð.


Leiðari

Á odda fyri boringunum hjá Sovereign Explorer stendur Chijioke Akwukwuma. Hann er úr Nigeria, og hevur hann hollar royndir við tílíkum arbeiði.

Í løtuni virkar hann bæði sum ?Rig Manager?og ?Staff Engineer?. ?Rig Manager?, sum er á landi, er ovastur fyri fyritøkuna í Føroyum. Tað er ein omanfyri hann, men hesin situr í Aberdeen í Skotlandi, tá hesin hevur ábyrgdina av fleiri riggum hjá fyritøkuni í Norðsjóvarumráðnum. Fyritøkan hevur eina deild, sum tekur sær av boringum í okkara parti av verðini, og hendan hevur skrivstovu í Aberdeen í Skotlandi.

Starvið sum ?Rig Manager? fer hann einans at røkja stutta tíð, tí skjótt kemur annar í hetta starv. Eftir hetta fer Chijioke Akwukwuma aftur í sítt upprunarliga starv, sum er ?Staff Engineer?. Munur er á arbeiðsuppgávunum í hesum báðum størvunum, men hetta eru tvey tey ovastu størvini hjá fyritøkuni í Føroyum. ?Chief staff Engineer stendur meira fyri tí tekniska partinum, meðan ?Rig manager? hevur høvuðsábyrgdina fyri virkseminum hjá fyritøkuni. Tað er tó ikki soleiðis, at hann ikki skal svara til nakran.

Tað eru nógvar uppgávur at røkja í sambandi boringina. Dagligu boringarnar verða stýrdur av landi, har fólk frá bæði Statoil og TSF luttaka. Tað minnir í nógvar mátar um at síggja ein hernaðarfilm, tá ein hyggur at rúminum, har fólkini frá Statoil og TSF hava fund hvønn morgun og hvørt kvøld.

Stórar talvur eru settar upp og í miðjuni stendur eitt borð, har hvør hevur sítt fasta pláss, og tað er haðani, at tær nógvu avgerðinar verða tiknar.

Oljufeløgini eins og útgerðarfeløgini leggja, sambært teimum sjálvum, stóran dent á trygdina. Á vegginum hanga eisini talvur, sum siga frá, hvat er rættast at gera, um neyðstøða skuldi stungið seg upp. Eisini verða venjingar gjørdar við jøvnum millumbili.


Í nógvum londum

Sum áður nevnt, so er TSF er risastór fyritøka. 16.000 fólk standa á langa lønarlistanum hjá fyritøkuni. Fyritøkan er á stødd við Statoil, og tað er, sambært Chijioke Akwukwuma, ikki óvanligt at veitingarfyritøkan er størri enn kundarnir hjá fyritøkuni.

Sjálvur hevur Chijioke Akwukwuma starvast í fleiri londum, m.a. Gabon, Nigeria, Írlandi og Skotlandi. Hann hevur útbúgving frá enskum skúla, so hansara málsligu førleikar í enskum eru sera góðir.

-- TSF nýtir arbeiðsmegi frá øllum heiminum, og vit hava nú eisini onkran føroying á lønarlistanum. Fyritøkan leggur dent á, at vit so at siga eru uttan landamørk, sigur Chijioke Akwukwuma.

Arbeiðið hjá fyritøkuni í Føroyum er bert ein partur av teirra virksemi, men teir siga seg leggja stóran dent á hetta slagið av arbeiði.


Á landi og á sjógvi

Tær boringar, sum fara fram í Føroyum, eru á teimum leiðum, sum eita ?Harsh

Environment?. Á okkara leiðum eru oftani torførar umstøður at bora, so tað krevur væl útgjørda tøknifrøði. Hetta eru teir hjá TSF fult greiðir yvir, og teir siga seg eisini kunna klára uppgávuna til fulnar, hóast tað eru truplar umstøður, sigur Chijioke Akwukwuma.

-Hetta er eisini ein avbjóðing fyri okkum, og vit meta, at hetta er ein uppgávu, sum vit eru førir fyri at greiða, sigur Chijioke Akwukwuma.

Aðrastaðni í heiminum fæst TSF við at gera øðrvísi arbeiði, t.e. eitt nú á boringar á landi. Hetta er sum oftast nógv minni krevjandi.

-Umstøðurnar í Føroyum eru nakað, sum vit eru greiðir yvir, og hetta er nakað, ið vit rætta okkum eftir, sigur Chijioke Akwukwuma.


Dáma í Føroyum

Sum so mangur annar vitjandi í Føroyum, so dámar Chijioke Akwukwuma eisini væl í Føroyum. Hann hevur góð orð at bera føroyingum. Hann sigur seg hava arbeitt í nógvum ymiskum londum, og Føroyum eru væl fyri, tá tað kemur til fyrireiking. Eisini hevur fyritøkan hjá honum vant seg við lóggávuverki í Føroyum, og hann vil ikki siga, at hetta er meira trupult enn aðrastaðni, ið hann hevur verið.

Chijioke Akwukwuma ger greitt, at teir og hann sjálvur hava í hyggju at vera leingi í Føroyum í sambandi við oljuvinnuna. Fyrst og fremst er tað royndarboringarnar, men hann sigur eisini, at TSF er áhugað at vera verandi í Føroyum til tær næstu fasurnar eisini.

TSF hevur, tá hugsað verður um aðrar fyritøkur, ikki gjørt nógv um seg alment, men hetta skyldast óivað, at TSF er ein veitingarfyritøka, sum kanska ikki hevur sama tørv at fáa umtalu.

Fyribils skal fyritøkan gera royndarboringar fyri Statoil og Amerada Hess í ár og eisini næsta ár.