Hjalti í Jákupsstovu
Lógin um vinnuligan fiskiskap tilskilar, at Fiskirannsóknarstovan á hvørjum ári innan 15. juni letur Landsstýrinum tilmæli um støðuna í fiskastovnunum og um talið á loyvdum fiskidøgum komandi veiðiárið. Tilmælið í ár var sum undan farin ár illa dámt av fleiri. Nakrar av viðmerkingunum eru av slíkum slag, at illa ber til at svara teimum fólkaliga, meðan aðrar byggja á misskiljingar um, hvat Fiskirannsóknarstovan kann ella eigur at gera. Eg skal tí, uttan at fara í smálutir, royna at greiða frá okkara grundarlagi og koma við nøkrum viðmerkingum um tað, ið hevur verið frammi í seinastuni.
Náttúran skiftir bæði við árinum og frá einum ári til annað. Hesar broytingar ávirka fiskastovnarnar ymsar vegir. Summi ár kemur nógv undan av einum fiskaslag og minni av øðrum, summi ár er nógvur gróður, og fiskurin veksur væl, onnur ár er minni gróður osfrv. Hinvegin eru broytingarnar innan fyri ávís mørk, og tað ber tí til at gera sær eina mynd av, hvussu víða tær fara. Men hetta treytar, at fylgt verður neyvt við og skrásett alla tíðina. T.v.s, at neyðugt er, at tilfar um eina rúgvu av fyribrigdum verður savnað inn javnt og trútt. Hetta hevur Fiskirannsóknarstovan gjørt, síðan hon varð sett á stovn, og innsavnaðin er víðkað, so hvørt ráðini hava verið til tað. Sum er, verða hesi dáta til stovnsmetingar savnaði regluliga á hvørjum ári:
Frá landingunum verða sýni tikin til at rokna veiðu í tali og miðalvekt fyri hvønn aldursbólk. Hetta er gjørt hvørt ár síðan 1961 av toski, hýsu og upsa.
Við Magnusi Heinasyni eru hesar árligu kanningarnar.
Yngulkanniningar við smámeskaðum flótitroli á landgrunninum síðan 1974.
Yvirlitstrolingar eftir botnfiski á landgrunninum síðan 1982. Frá hesum fæst eisini miðal vekt fyri hvønn aldursbólk og miðalaldur fyri fyrstu gýting.
Regluligar mátingar av hita og saltnøgd í sjónum eftir 4 føstum linjum út frá landi og langt út um landgrunnin síðan 1982, umframt at somu mátingar verða gjørdar á fleiri øðrum kanningum.
Regluligar streymmátingar av rákinum fram við Føroyum síðan 1996.
Mátingar av gróðri av plantu og djóraæti undir Føroyum síðan 1990.
Frá fiskiskapinum, t.e. dagbókum, fæst vitan, um hvussu fiskiskapurin hevur verið hvørja stak hending td. hvørt hál ella hvørja setu.
Endamálið við hesum kanningunum er fyri ein part við tíðini at fáa eina betur og betur vitan um havið undir Føroyum, og hvussu broytingarnar ávirka lívið í havinum, og sostatt eisini fiskastovnarnar, og fyri ein part á hvørjum árið at meta um støðuna í stovnunum.
Sum er, verður umhvørvið, t.e. gróður , hiti, salt og rák ikki nýtt í stovnsmetingunum, tí enn eru dáta savnaði í ov fá ár til at hetta ber til. Men um ikki so nógv ár, so verður hetta gjørligt.
Mannagongdin í stovnsmetingunum er, at fyrst verður alt tilfarið gjørt upp og góðskuviðgjørt á Fiskirannsóknarstovuni. Hetta verður síðan viðgjørt í einum arbeiðsbólki undir ICES, har sjálv stovnsmetingin fer fram. Í arbeiðsbólkinum, ið viðger føroysku stovnarnar, Norðvestur bólkurin, verða umframt føroysku stovnarnar av toski, hýsu og upsa eisini m.a. somu stovnar undir Íslandi mettir. Og í bólkinum sita fiskifrøðingar úr fleiri londum. Bólkurin situr vanliga saman í 10-12 dagar, og ein drúgv frágreiðing verður skrivað. Bert pettið um føroysku stovnarnar fylti 150 A4 síður í ár. Henda frágreiðing verður síðan viðgjørd í Ráðgevandi Nevndini hjá ICES, sum góðskumetir metingarnar frá arbeiðsbólkinum og gevur tað endaliga tilmælið.
Stovnsmetingarnar verða gjørdar eftir altjóða viðurkendum leistum, sum støðugt verða mentir.
Tað er sostatt eitt drúgvt og grunnleggjandi arbeiði, sum verður lagt niður í hvørja einastu stovnsmeting, og eg dugi illa at ímynda mær, at aðrir partar í ráðgevingini um vinnuligan fiskiskap undir Føroyum høvdu kunna gjørt tað betur, um teir á hvørjum ári skuldu komið við einum vísindaliga grundaðum tilmæli um fiskidagarnar komandi árið.
Óvissa
Hinvegin so broytist náttúran sum nevnt alla tíðina, og tilfarið til stovnsmetingarnar byggir á sýni. Hetta gevur eina hagfrøðisliga óvissu, sum ikki kemst uttanum. Við verandi tøkni og hagfrøðiligum framferðarhættum er stórst óvissa viðvíkjandi støðuna beint nú, men sum árini ganga, fæst ein betri meting um undanfarin ár. Allar forsagnir byggja á søguna, og neyðugt er tí at nýta søguligar fortreytir um vøkstur og kynsbúning í framrokningunum. Sum nevnt ber ikki til enn at taka broytingar í umhvørvinum við. Hetta saman við óvissuni seinasta árið ger, at veruleikin at kalla altíð vísir seg øðrvísi enn forsagnirnar. Hetta vita øll, men spurningurin er, hvussu nógv tær víkja frá. Taka vit fortreytirnar við, so er mín pástandur, at forsagnirnar hjá FRS/ICES hava verið á heilt góðari leið.
Kreppan
Minkandi nøgdir av fiski var ein av høvuðsorsøkunum til kreppuna fyrst í nítiárunum. Fiskirannsóknarstova n og ICES ávaraðu hvørt ár frá 1988 um, at tilgongdin til stovnarnar var lítil, at veiðitrýstið var ov høgt, og at støðan var sera hættislig. Men ikki fekst undirtøku fyri hesum sjónarmiðum. Frá kanningunum av gróðri á landgrunninum síðan 1990 vita vit, at viðurskiftini í sjónum vóru framúr vánalig hesa tíðina, og at tilgongdin var sera lítil. Í 1992/93 kom broyting í, og góðir árgangir av toski og hýsu komu undan. Viðurskiftini í sjónum batnaðu eisini nógv komandi árini, so fiskurin vaks væl, og tað var fyrst og fremst hetta, sum bjargaði fiskiskapinum og føroyska búskapinum. Kastað hevur verið Fiskirannsóknarstovuni fyri, at hon metti, at tað fór at taka fleiri ár at fáa stovnarnar á eitt burðardygt støði aftur. Hetta er rætt, men mett út frá tilgongdini til stovnarnar frá 1960 til 1992 var hetta tað mest sannlíka. Og afturlítandi ber ikki til at siga, at forsagnirnar kundu verið øðrvísi. Eitt kann tó sigast við vissu, at broyttust náttúruviðurskiftini ikki til tað betra beint tá, varð heilt galið, og vit eiga tí at vísa fyrivarni, so vit ikki koma í somu støðu aftur.
Fyrivarnisreglan
Fiskastovnar kunnu av fiskiskapi minka niður á eitt støði, har tilgongdin eisini minkar munandi, og teir ikki vaksa aftur. Best kenda dømi um okkara leiðir er Norðhavsild, har eingin fiskiskapur var í 25 ár. Fyri flestu stovnarnar vita vit ikki, tíbetur, hvar hetta niðara markið er, men at tað er har, er rættiliga stór semja um. Av tí at tað ikki er ráðiligt at trároyna stovnarnar, so at hetta markið verður nátt, hevur FAO gjørt mannagongdir fyri fyrivarni í fiskiskapi, sum flestu lond, eisini Føroyar, hava tikið undir við. Og tilráðingarnar frá Fiskirannsóknarstovuni byggja á hesar mannagongdir.
Mannagongdirnar krevja m.a., at fyri hvønn stovn sær verður sett eitt niðara fyrivarnis mark. Hetta er tann nøgd, gýtingarstovnurin ikki má fara niður um, uttan at fiskiskapurin skal halda uppat. Tað ovara fyrivarnis markið, sum eisini skal ásetast fyri hvønn stovn sær, treytar, at veiðitrýstið verður minkað munandi, tá stovnurin er minni, fyri at minka um vandan fyri at fara niður um niðara fyrivarnis markið. Munurin millum hesi mørk kann sammetast við ein trygdargeira ella vandasjógv har mælt verður til at koyra ella sigla varliga.
Mælt verður eisini til, at veiðisetningur verður gjørdur fyri hvønn stovn sær. Hetta er ein ætlan um, hvussu harðan fiskiskap stovnurin tolir, uttan at vandin fyri at fara undir ovara fyrivarnis markið verður ov stórur.
Fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum hevur Løgtingið ásett, at veiðisetningurin (veiðutrýstið) skal verða 33%, tvs., at talið á fiskidøgum (umframt aðrar reguleringar) skal ásetast soleiðis, at veiðan í miðal av ávikavist toski, hýsu og upsa ikki má vera meiri enn 33% av stovnunum í tali. Stovnsmetingarnar í ár vísa, at veiðitrýstið er hægri enn 33%, og Fiskirannsóknarstovan kann tí ikki, við atliti til lógina um vinnuligan fiskiskap gera annað enn at mæla til ein munandi niðurskurð í veiðitrýstinum. Fyrivarnismørkini og veiðisetningurin eiga at taka støði í søguligum tølum fyri tilgongd, vøkstur og aldursbýti í fiskiskapinum, og ICES metir við støði í hesum, at veiðisetningurin fyri tosk heldur átti at verði 27% enn 33%. Fyri hýsu og upsa verður mælt til ávikavist 20% og 22%.
Dagaskipanin
Føroyar hava valt eina dagaskipan framum eina kvotaskipan. Hetta er skilagott av fleiri orsøkum, serliga við atliti til útblaking. Men skipanin hevur tann vansa, at við støðugu framgongdini í tøkni, er neyðugt alsamt at minka um dagatalið. Hetta vita øll, men trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, er at fáa politiska undirtøku fyri at skerja dagatalið. Tað ber ikki til við verandi manning á Fiskirannsóknars-tovuni at eygleiða fiskiskapin so neyvt, at árligi vøksturin kann skrásetast so hvørt. Hetta er eftir okkara tykki heldur ikki serliga neyðugt, tí í stovnsmetingunum fáa vit eina góða mynd av vøkstrinum. Við ár um annað at halda fast um sama tal á døgum, verður neyðugt okkurt ár at taka dagatal av fyri fleiri ár í senn, og verður skurðurin tá so stórur, at skip og bátar fara at hava stórar trupulleikar at laga seg til minkingina. Við einki at gera dettur skipanin sundur, og tað vildi verið stórt spell.
Mint skal verða á, at síðan fiskidagaskipanin kom í gildi, hava viðurskiftini í sjónum undir Føroyum verið sera góð við nógvum gróðri, góðari tilgongd og góðum vøkstri. Tá viðurskiftini versna aftur, verður heilt neyðugt at minka munandi um veiðutrýstið, fyri at forða fyri, at stovnarnir minka so nógv, at tað illa verður lønandi at veiða. Betri hevði verið at tikið hesa minkingina beinanvegin, antin í einum ella í smáum yvir fá ár.
Hvør skal ráða, og hvør skal tilmæla
Eitt er, hvat fiskifrøðingar siga, annað er, hvat fiskimenn, sum dagliga eru á havinum, siga, verður vanliga sagt. Og hetta er bygt inn í skipanina fyri ráðgeving til Landsstýrismannin. Í 2001 hava Fiskirannsóknarstovan og Fiskidaganevndin latið síni tilmæli til Landsstýrismannin. Hesin hevur síðan gjørt eina niðurstøðu, sum, áðrenn hon er farin í Tingið, hevur verið í Fiskivinnuráðnum til hoyringar. Eins og mannagongdin undan hevur henda skipan havt sínar trupulleikar. Ásetanin av fiskidøgum hevur avleiðingar á nógvum økjum og tí vilja flestu áhugabólkarnir hava høvi at ávirka tilmælið og sostatt avgerðina hjá Landsstýrismanninum. Skal uppfatanin hjá fiskimanninum takast við í metanini av støðuni í fiskastovnunum og sostatt ásetanina av talinum av fiskidøgum, kann tað eftir mínari fætan bert verða teir, sum eru á sjónum, ið skulu spyrjast. Ymsu fakfeløgini og veiðibólkarnir eru í Fiskivinnuráðnum, og fáa har høvi at føra síni sjónarmið fram.
Ført hevur verið fram, at fiskimenn hava ikki tíð at sita á fundum í eini fiskidaganevnd. Tað er uttan iva rætt, um teir mugu fara av skipinum fyri at sita á fundi eina viku á tamb. Men tað er tað eingin grund til. Teir kunnu byrja arbeiðið hjá sær fyrst í árinum, og um formaðurin og skrivarin skipa og leggja arbeiði og fundir væl til rættis, ber saktans til at fáa eitt gott arbeiði frá hondini. Tíverri vórðu ikki stundir til hetta í ár.
Útlendskur serfrøðingur
Landsstýrismaðurin fekk í ár ein íslendskan fiskifrøðing at meta um ymsu tilmælini og hjálpa sær við endaliga tilmælinum.
Eg skal ikki siga so nógv um hetta tilmælið annað enn, at eg eri ósamdur í niðurstøðunum hjá honum.
Útlendskir serfrøðingar hava fyrr mett um stovnsmetingarnar undir Føroyum og um dagaskipanina. Hesir, ávikavist JJ Maguire og John Pope, eru høgt í metum sum altjóða serfrøðingar, og verða nógv brúktir. Sambært dátugrunninum hjá Cambridge Scientific Abstracts, sum skrásetur allar vísundaligar greinir í heiminum, hevur Jón Kristjánsson skrivað greinir um bleikjur í Mývatni og atburðin hjá rækju millum 0 og 8 m frá botni á Flemish Cap, men einki um stovnsmetingar av fiski í sjógvi. Eg haldi tað vera sera vági at nýta reguleringshættir fyri vøtn við einum ella tveimum fiskasløgum til fiskastovnar á føroyska landgrunninum við nógvum fiskasløgum og nógv meira skiftandi umhvørvi.











