Til allar pensionistar

So hoyrdu vit aftur, at fólkapensiónin var munandi hækkað!

 

Hanna Lisberg

Tórshavn, 06.08.01

??????????????????


Vildu vit ikki trúgva tí, so kundu vit bert hyggja í bankabókina!

Vanliga síggi eg bert, hvat stendur í míni egnu, men nú upplivdi eg í SVF at síggja partar av eini munagóðari hækking.

Aksel Krog, vit fáa bæði danska pensión (eins og Karstin Hansen fær, um ikki so langa tíð), tí vit vóru danskir tænastumenn, (eins og nógvir loysingarmenn eru). Eg kom at hugsa um tygara »skaldyr«. Tí neyvan kunnu allir fólkapensionistar loyva sær slíkt luksus hvønn sunnumorgun.

Eg vísi hesum blankt aftur um munagóða hækking hjá pensionistum.

Men hvat halda pensionistar um eitt brot úr eini konto, sum sær soleiðis út: (smb. SvF) kr. 63.350·6= 379.500 kr. t.v.s. í 1/2 ár??

Her nýtast ikki nógv lýsingarorð! vakurt, ljótt, fúlt o.s.v. Metið sjálvi um.

Okkurt er komið burtur úr: »Vit arbeiða við málinum«!! bla, bla.

Eru tit, fólkapensionstar greiðir yvir hvussu nógv vit eru í tali?

4. hvør føroyingur eru í ítróttinum. Frálíkt.

5. hvør føroyingur er pensionistur ? har allir hava atkvøðurætt. Hvat vil tað siga: Tíð er uppá at tað verður ein eldrarørsla, sum ger vart við seg. Ein eldrabylgja segði Lisbeth L. Petersen. Super.

Hvat skuldi rørslan gjørt?

1. Tikið málið í egnar hendur.

2. Fingið hækkað pensiónsaldurin, soleiðis at fólk, sum annars vóru frísk, kundu arbeitt longri áramál.

Men fyrst og fremst latið seg umboðað sterk á tingi o.s.fr.

»Den, som har skoen på, ved hvor den trykker«.

Vit vilja ikki liva í hesi vanæriligu-ósømiligu støðu, at politikarar hava so ilt av, at Harrin gevur okkum lívið við fáum ella nógvum árum.

Teir rokna út, at búpláss á stovni kostar 1 mió. kr. fyri hvønn (sigur Óli Breckmann). Íðan, gerið so, sum megnarkvinnan Hjørdis Djurhuus ? sigið »nei takk« til tað ósømiligu eftirlønir, tit hava fingið tykkum sjálvum ? og síðani afturvirkandi.

Sjálvandi skulu øll hava sømiligar pensiónir.

Er tað so, at stýrisskipanarlógin loyvir tykkum sjálvum at áseta lønir og pensiónir tykkara, so syrgið fyri at fáa broytt stýrisskipanarlógina ? hon hevur avdúkað fleiri onnur brek.

Um tit halda, at pensionistar eru býttir, so fara tit dyggiliga skeiv. Vit eru farin at gera meira vart við okkum.

Vit hava virðing fyri lóggevandi valdinum, men góðtaka ikki tær skarnsgerðir, ið har verða framdar.

Vit takka Várharra fyri lívið. Men politikkararnir ilskast um at vit eru vorðin so nógv gomul fólk. Teir megna ikki at loysa tað, sum fylgir við. Løgmaður boðaði á ólavsøku frá, at val verður 30. apríl.