Evi Tausen sum vangamynd. - Síggi at onkur býttur hundur hevur upprætta sær ein facebook profil og brúkar mína mynd sum profilmynd. Viðkomandi hevur eisini sent vinarumbøn til fleiri fólk á vinarlistanum [...] fólk finna uppá sovorit, skrivar Evi Tausen sjálv á síni vangamynd. Áður hevur millum onnur Elin í Stórustovu upplivað, at onkur hevur misnýtt myndir av henni á fremmandum vangamyndum.
ferðir, klokkan 16:00 og klokkan 20:00. Skrivað leikin hevur Frits Johannesen. Eyðun á Lakjuni hevur gjørt løgini. Durita Eldevig er flokslærari og hevur staðið fyri venjingini. [...] sangleikin: Ingálvur av Reyni kemur í ovurmorgin. Tað er eldsálin í Fuglafirði, Frits Johannesen, sum hevur skrivað leikin, sum snýr seg um listamannin, Ingálv av Reyni, sum býr »Vesturi í Innandals í Fuglafirði
Suðuroy og Sandoy, eitt brek og hetta hevur havt ávirkan á nakrar av fjarskiftistænastunum í Suðuroy. Serliga er tað internetið, sum hevur verið vánaligt. Síðani hevur Føroya Tele arbeitt við at styrkja [...] við tí ferð, sum var áðrenn brekið. Og nú, seinnapartin í dag, er nýtt radiosamband sett upp, sum hevur við sær, at internetið aftur virkar sum vanligt. Føroya Tele sigur samstundis, at arbeiðið at umvæla
tatoveringum. Higartil hevur tað verið trupult og kostnaðarmikið at taka tatoveringar burtur av kroppinum – og úrslitið hevur ikki altíð verið heilt gott. CBS News skrivar, at nú hevur ein kanadiskur granskari [...] granskari funnið fram til eitt kremt, sum kann fáa tatoveringar at hvørva. Alec Falkenham hevur funnið ein hátt at fáa blóðsellurnar at flyta litin frá tatoveringunum burtur heldur enn at føra tær djúpari
frá, at HB hevur í dag gjørt sáttmála við Símun Samuelsen, sum verður hjálparvenjari hjá effo-liðnum. hb.fo skrivar: - Símun hevur verið illa plágaður av skaðum seinastu árini, og tað hevur verið avmarkað [...] avmarkað við spælitíð hjá honum av somu orsøk. Hinvegin hevur hann brúkt tíð uppá venjaraútbúgving hjá FSF, og fyrr í ár tók hann prógv sum B-venjari hjá FSF. Tað gongur framá við skaðanum hjá Símun, og vónir
Danska meistarafelagið AaB, sum hevur føroyska Gilla Sørensen í hópinum, hevur í dag lagt fram eitt avlop áljóðandi 19 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing. Hetta er í tráð við meting teirra um, at [...] Tað er serliga luttøkan í Champions League og seinni Europa League, ið hevur givið felagnum fíggjarligt rásarúm. Felagið hevur eisini selt Kasper Kusk til hollendska felagið Twente. - Úrslitið fyri hetta
unga havnamannin. - Fløgan hevur fingið góða móttøku og hevur verið nógv spæld í útvarpinum, sigur Janus W. Mortensen. Fløgan, Breathing, sum kom á marknaðin 13. oktobur, hevur nakað írskt, poppkent yvir [...] Brunsj. Tað eru Len Andersen og Kristoffur Mørkøre, ið hava skrivað orðini, meðan Kristoffur Mørkøre hevur gjørt løgini. - Eg gjørdi eina demo saman við Kristoffuri fyri hálvum triðja ári síðani, og soleiðis
Ólagaliga veðrið, sum verið hevur seinastu tíðina, hevur rikið øll línuskip til lands, sum annars kundu hugsast at fiskað nakrar dagar aftrat fyri jólahøgtíðina. Niclas Davidsen, landingarformaður hjá [...] komin inn, nú veðrið hevur verið so ólagaligt. Tað er upp á tal, at eitt av garnaskipunum - Oknin - kemur inn at landa aftrat fyri jól. Landingarformaðurin sigur, at hóast veðrið hevur roynst ólagaligt seinastu
tann, at hon hevur eina nettoskuld uppá umleið 11 millónir krónur. Tað hevur kommunan fingið váttan fyri frá Fíggjarmálaráðnum. Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sigur at kommunan hevur valt at koyrt [...] bera til at koma niður um álíkningina, og nú fær kommunan helst størri rásarúm at gera ymiskt, ið hevur ligið á láni. Við árslok í fjør var nettoskuldin hjá Sands kommunu 14,3 milliónir krónur, og tann
alt á, at eisini læknafakligu varastjórin hevur sagt upp. Seiglívað tíðindini á Landssjúkrahúsinum vilja vera við, at Anders Bøgesvang, læknafakligur stjóri, hevur sagt seg úr starvi. Hetta siga fleiri keldur [...] Anders Bøgesvang, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, hevur nú eftir øllum at døma, eisini sagt seg úr starvi. Fyri eini viku síðani segði Sigurð Ó Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum, seg úr starvi og nú bendir [...] hava í allan dag roynt at fáa eina viðmerking frá sjúkrahúsleiðsluni og Heilsumálaráðnum, men enn hevur eingin verið at hitta. Men nú, seint seinnapartin váttar sjúkrahússtjórin tó, at ein formlig fráboðan