Símun verður hjálparvenjari hjá HB

HB hevur í dag gjørt sáttmála við Símun Samuelsen, sum verður hjálparvenjari hjá effo-liðnum

Heimasíðan hjá HB boðar í kvøld frá, at HB hevur í dag gjørt sáttmála við Símun Samuelsen, sum verður hjálparvenjari hjá effo-liðnum.

 

hb.fo skrivar: - Símun hevur verið illa plágaður av skaðum seinastu árini, og tað hevur verið avmarkað við spælitíð hjá honum av somu orsøk. Hinvegin hevur hann brúkt tíð uppá venjaraútbúgving hjá FSF, og fyrr í ár tók hann prógv sum B-venjari hjá FSF.

 

Tað gongur framá við skaðanum hjá Símun, og vónir eru um, at hann verður klárur til dyst, tá kappingarárið 2015 verður skotið ígongd. Nú sleppur hann so umframt at royna seg sum leikandi hjálparvenjari.

 

Vit ynskja pørtunum hjartaliga tillukku við sáttmálanum og bestu eyðnu, skrivar hb.fo.