Suðuroyingar fingið betri internet

Nú er tað at kalla líka gott sum tað var, áðrenn brekið

 Fríggjadagin 30. januar fekk sjókaðalin hjá Føroya Tele millum Suðuroy og Sandoy, eitt brek og hetta hevur havt ávirkan á nakrar av fjarskiftistænastunum í Suðuroy.

Serliga er tað internetið, sum hevur verið vánaligt.

Síðani hevur Føroya Tele arbeitt við at styrkja radiosambandið til Suðuroyar, soleiðis at internetið aftur fekst at virka við tí ferð, sum var áðrenn brekið.

Og nú, seinnapartin í dag, er nýtt radiosamband sett upp, sum hevur við sær, at internetið aftur virkar sum vanligt.

Føroya Tele sigur samstundis, at arbeiðið at umvæla tey brek, sum nú eru á sjókaðalsambondunum til Suðuroyar, heldur fram.

 

Viðrar, verður brekið á kaðalinum ímillum Skálavík og Víkarbyrgi væntandi umvælt seinni í hesari vikuni ella í næstu viku, sigur Føroya Tele.