Varastjóri sagt upp á Landssjúkrahúsinum

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum tykist at vera í upploysn

 

Anders Bøgesvang, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, hevur nú eftir øllum at døma, eisini sagt seg úr starvi.

 

Fyri eini viku síðani segði Sigurð Ó Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum, seg úr starvi og nú bendir alt á, at eisini læknafakligu varastjórin hevur sagt upp.

 

Seiglívað tíðindini á Landssjúkrahúsinum vilja vera við, at Anders Bøgesvang, læknafakligur stjóri, hevur sagt seg úr starvi.

Hetta siga fleiri keldur á Landssjúkrahúsinum fyri okkum her á in.fo

 

Vit hava í allan dag roynt at fáa eina viðmerking frá sjúkrahúsleiðsluni og Heilsumálaráðnum, men enn hevur eingin verið at hitta.

Men nú, seint seinnapartin váttar sjúkrahússtjórin tó, at ein formlig fráboðan um varastjóran kemur í morgin, og meiri vil hann ikki siga um málið í dag.