»Ingálvur av Reyni kemur í ovurmorgin«

7. flokkur í Fuglafjarðar skúla spælir sangleikin: Ingálvur av Reyni kemur í ovurmorgin.

7. flokkur í Fuglafjarðar skúla spælir sangleikin: Ingálvur av Reyni kemur í ovurmorgin.

 

Tað er eldsálin í Fuglafirði, Frits Johannesen, sum hevur skrivað leikin, sum snýr seg um listamannin, Ingálv av Reyni, sum býr »Vesturi í Innandals í Fuglafirði í Smáttuni hjá Ragnvaldi«.

 

Børnini leingjast eftir at síggja Ingálv – tosa um hann og syngja um hann. Tá ið Ingálvur kemur, verður hann fagnaður av hópinum.

 

Leikurin verður spældur mikukvøldið 18. februar klokkan 20, somuleiðis hóskvøldið 19. februar klokkan 20. Sunnudagin 22. februar verður hann spældur tvær ferðir, klokkan 16:00 og klokkan 20:00.

 

 

Skrivað leikin hevur Frits Johannesen.

Eyðun á Lakjuni hevur gjørt løgini.

Durita Eldevig er flokslærari og hevur staðið fyri venjingini.