Tað verður sagt, at næstan fimtihvør, sum er tatoveraður, er misnøgdur við onkra av sínum tatoveringum. Higartil hevur tað verið trupult og kostnaðarmikið at taka tatoveringar burtur av kroppinum – og úrslitið hevur ikki altíð verið heilt gott.
CBS News skrivar, at nú hevur ein kanadiskur granskari funnið fram til eitt kremt, sum kann fáa tatoveringar at hvørva.
Alec Falkenham hevur funnið ein hátt at fáa blóðsellurnar at flyta litin frá tatoveringunum burtur heldur enn at føra tær djúpari niður í húðina. Hann kallar tøknina Bisphosphonate Liposomal Tattoo Removal (BLTR).
Í løtuni er hann í holt við at gera hugskotið klárt at selja til almenningin.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og hoyr Alec Falkenham greiða frá hugskotinum.