Alvorliga creepy

Onkur nýtir eina mynd av Evi Tausen sum sína egnu vangamynd á Facebook

Tað er hent fyrr og fer allarhelst at henda aftur. Nú er tað so aftur hent, at onkur nýtir eina falska mynd á síni vangamynd á Facebook. 

Hesaferð er tað Evi Tausen, countrysongkvinna, sum er offurið. At síggja til er tað onkur úr Turkalandi, sum nýtir eina mynd av Evi Tausen sum vangamynd.

- Síggi at onkur býttur hundur hevur upprætta sær ein facebook profil og brúkar mína mynd sum profilmynd.

Viðkomandi hevur eisini sent vinarumbøn til fleiri fólk á vinarlistanum hjá Evi Tausen.

- Tað er alvorliga creepy, at fólk finna uppá sovorit, skrivar Evi Tausen sjálv á síni vangamynd.

 

Áður hevur millum onnur Elin í Stórustovu upplivað, at onkur hevur misnýtt myndir av henni á fremmandum vangamyndum.