Í gjár kom nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt á almenna vitjan í Føroyum. Við er eisini konan Kristjana Motzfeldt. Savalimmiunut Tikilluarit - Vælkomin til Føroya - tit bæði og [...] byggir á drúgvar traditiónir bæði vinnuligar og mentanarligar. At tað júst í hesum tíðum koma út bøkur um føroyingar í vinnu í Grønlandi sigur so heldur ikki so lítið um, hvat vit hava at takka grønlendingum [...] og grønlendingar aftur kunnu taka saman hendur og vera við til at menna vinnuna í Norðuratlantshavi. Nú vit fara inn í eina nýggja øld - og tað eisini við einum nýggjum grønlendskum leiðara, sum eisini
tingmenn, landsstýrið og umboð fyri Fíggingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvittanum. Tað má so vera okkara vón, at formaðurin í Fíggingargrunninum, sum annars er slektaður úr Bø og higartil hevur [...] víst seg at hava eina føling við, hvat fyrigongur og bylgist í Føroyum, er okkara maður. Júst Knud Heinesen kann vera føroyski trumfurin í hesi torføru kabalu. Hann er settur at umsita ein grunn, sum hevur [...] halda, at føroyingar bara vilja geva Danmark skyldina fyri støðuna í Føroyum, so er hetta ikki allur sannleikin. Vit halda okkara skyldur í løtuni við at rinda okursrentur til Danmark fyri lánini. Knud Heinesen
orðaskiftinum í Føroyum er undir alt lágmark. Her fáa politikararnir skotið nógv í skógvarnar. Kanska vit á fjølmiðlunum eisini skulu taka í egnan barm, kanska eru vit við til at varðveita orðaskifti á slíkum støði [...] stovningardag í fjør varð sagt frá, at leiðslan á blaðnum umhugsaði at taka stig til ikki at loyva dulnevndum lesarabrøvum í blaðnum. Tíðin nú er búgvin til at taka hetta stigið fult út. Frá í dag verða dulnevnd [...] vóna, at onnur fylgja í hesi slóð. VIT gera hetta fyrst og fremst fyri at hækka støðið í bløðunum. Hetta fer so eisini at gera tað almenna orðaskiftið meira sakligt. Nógv av tí, sum í dag verður skrivað undir
fólkaflokkurin sær at halda lív í Edmund Joensen, løgmanni, sum við at útseta samráðingarnar við danir til beint upp undir valið, hevur gjørt kanska størsta álvarsmál í Føroya søgu til sítt egna persónliga [...] persónliga politiska mál? Sambandið hevur í hvussu er spælt við opnum kortum. Strategiin hjá løgmanni og hansara ráðgeva, sum sigst vera fyrrverandi formaðurin í sambandsflokkinum, hevur alla tíðina verið at [...] upp leikir fyri og eftir landsfundin í sínum egna flokki. Fyri loksins at enda við dómadagsdegnum, 30. apríl. Tá gongur fyrningarfreistin út, og tá er val. Tvær flugur í einum ætlaði løgmaður sær við at leggja
spekulera í bankamálinum.Hetta er eitt alt ov álvarsligt mál til, at nakar flokkur má sleppa at spekulera í tí til egnan fyrimun. Allar góðar krefir eiga at leggjast í til tess at fáa Føroyum eina góða [...] samstarva í einum nýggjum landsstýri eftir valið - fáa teir valdið - tað vita vit eisini. Men at tveir flokkar kunnu vera so ?skrupulleysir? og so ábyrgdarleysir - soleiðis sum teir í løtuni bera seg at í banka- [...] egna flokki. Við at skriva út nýval tók løgmaður í veruleikanum og stakk alt Føroya fólk í bakið. Eitt tað mest týðandi málið í Føroya søgu varð av løgmanni koyrt út á eitt síðuspor, og har hevur tað verið
stýrt Føroyum hesi árini - og hvat tað eru fyri avgerðir og manglandi avgerðir hesin persónur hevur lagt navn til. Nettup hetta at hesi úttalilsi koma frá næstu monnum løgmans, teimum, sum hann er í flokki [...] eisini í dag, so uppdaga vit, at her ruggar kanska ikki rætt heldur. Løgmaður hevur tosað um breiðar semjur og hevur tá roynt at leggja lok á flestu mál, tí hann hevur mett, at hetta tænir Føroyum best. [...] málum, at løgmaður við sínum løgna framferðar- og arbeiðshátti alla tíðina setir kílar í útviklingin og forðar fólki í at sleppa til arbeiðis og gera tað, sum tey fáa løn fyri. Løgmaður er mistonkiligur og
politikari tykist at koma at hava so týðandi leiklut í avgerðum, sum takast skulu í fólkatinginum í framtíðini - eisini avgerðir, sum viðvíkja Føroyum og Grønlandi. Tað eru sanniliga ikki hesi fólk, ið ein [...] Jóannes Eidesgaard hevur gjørt av ikki at atkvøða í sambandi við formansvalið í fólkatinginum. Grundgeving hansara er tann, at hann ynskir ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Hetta var so eisini [...] hava hesa stjórn at reka ein rættvísan og positivan politikk mótvegis Føroyum. Tilsøgn um hetta fekk hann á fundi við Nyrup. FORMAÐURIN í CD, Mimi Jacobsen, hevur lagt harðliga út eftir Jóannes Eidesgaard
formanssessin í flokkinum rudda hann slóð fyri nýggjari oyðimarkagongd fyri sín egna flokk. Er nakar stiril í øllum hinum flokkunum, so venda teir nú sambandinum bakið. Edmund Joensen megnaði í fleiri ár at [...] landsfundin í sambandsflokkinum heldur seg standa sterkari enn nakrantíð og at hann tí sjálvandi kann vera samráðingarleiðari á komandi fundum við danir, er besta dømi um tann lítla álvara hann leggur í landsins [...] egna trúvirði og ikki minst trúvirðið hjá Føroyum uppá spæl. Eingin danskur politikari kann eftir gerð løgmans at útskriva val uppá ein sjálvgjørdan trupulleika í sínum egna flokki taka henda mann fyri fult
og nýggjur fólkatingsmaður ger skyldu sína mótvegis Føroyum við at gera danska forsætisráðharranum greitt, at hvørki hann ella nakar annar í Føroyum, fer at góðtaka eina fyri Føroyar vánaliga avtalu um [...] landsins uppá spæl. NÚ løgmaður er kroystur í sínum egna flokki hevur hann valt at brúka vápn sítt at útskriva val. Hetta ger hann bert tríggjar dagar undan landsfundinum í sínum egna flokki. Hann hevur leingi [...] leiðslu í Tinganesi. Fyri okkum sær tað út til, at bridgespælarin Edmund Joensen hevur timað alt hetta væl. Hetta er ikki nakað, sum bráddliga er íkomið. Hann hevur vitað um ætlaðu ?kvettroyndina? í sínum
verður telvað fram til eitt komandi val. Vit vístu á hesum stað í gjár út frá tølunum frá fólkatingsvalinum á ein nýggjan samgongumøguleika í føroyskum politikki. Eftir tí sum vit vita, hava CDE ikki áður [...] samgongu. Men bókstavakombinatiónirnar kunnu gerast nógvar eftir eitt val. Hinvegin er tað ikki siður í Føroyum, at flokkarnir undan eitt val, gera greitt, hvørjar aðrar flokkar teir kundu hugsða sær at arbeitt [...] javnaðarflokkurin seg rætt at frá nú av til valið, so er greitt, at hann eisini tá kann koma í eina lyklastøðu. Formaðurin í flokkinum hevur lagt seg á eina meira sjálvstýrissinnaða leið, hvat vit halda er rætt