fekk Sunvard Joensen ein orduligan stoyt, og fram móti vikuskiftinum vísti tað seg, at hann var ikki klárur at spæla. Sum vit hava skilt tað, so var talan um ein heilaskjálvta. Sunvard Joensen var sætti fasti [...] sannførandi. Tá vit høvdu samband við Gøtu var ikki greitt, um Sunvard Joensen verður tøkur leygardagin, tá B68 fer inn til Gøtu, men um hann ikki verður tøkur, so fer Jens Martin Knudsen aftur at verja málið
álopinum og á framrættaða miðvallarplássi, og hann arbeiddi nógv. Erland Tvørfoss var settur inn á verjukenda miðvallarplássi. Hann flutti seg ikki so nógv, men hann megnar framvegis væl at halda høvdið kalt [...] heimaliðið, og ta einu ferðina kom hann ígjøgnum, men hann tøvdi eitt bil, og so fekk Alvi Justinussen eina langa tá á. Hóast teir einki mál fingu fyrra umfarið, tá Rúni Joensen í ÍF málinum hevði tvær fínar [...] hevði til uppgávu at ansa Símuni Petur Justinussen, og tað megnaði hann hampuliga væl, meðan tað kanska var meiri torført hjá Torsteini Joensen móti Sasha. Mortan Thomsen og Rúni Petersen vóru í borðunum, og
vestum. Harry Benjaminsen hevur uppflytingardystirnar móti ÍF ella Sumba at hugsa um, og tí hevði hann valt at lata teir báðar pólverjarnar, Mirek og Tomek, sum báðir hava tvey gul kort á kontoini, sita [...] høvdu Árni Jacobsen og Jonhard Høgnesen ein dupultan møguleika, men málverjin hjá KÍ, Meinhardt Joensen, sum alla tíðina var tryggur, bjargaði frágera væl, og eina ferð raktu leirvíkingar á tvørtræið.
røð av møguleikum Ronnie Samuelsen livdi upp til álitið, sum hann hevði fingið mitt á miðjuni, Jan Guttesen var eins álitisfullur, sum hann altíð er, Arnbjørn Danielsen var tryggur aftasti maður, og serliga [...] Hansen og Pól Thorsteinsson gjørdu einki mistak, Jákup á Borg arbeiddi nógv, hóast hann ikki var eins eyðsýndur, sum hann var fyrr í summar, Øssur Hansen spældi væl, og tað lá heilt væl fyri hjá John Petersen [...] stríddi seg til baklinjuna og út frá aftur, áðrenn hann flatt sendi í kassan. Dómarin bíðaði við at bríksla fyri frísparkinum, sum Pazek royndi at gera, tá hann hevði mist bóltin. Aftaná at málið var skorað
hálvleiki kom bara eitt mál, og tað var verjuspælarin Hans Fróði Hansen, sum gjørdi tað málið. Hann var nærum ódekkaður, tá hornaspark varð sent innfyri, og hann stútaði bóltin í netið til 1-0. HB hevði yvirvág [...] ginum, bólturin fór nakrar ferðir aftur og fram, og so endaði hann hjá Una, sum var staddur stutt frá málinum nakað í høgra borði, og hann sendi bóltin í málið. Eftir at HB hevði økti til 3-0 kom B68 fyri [...] Mørkøre og Magni á Lakjuni stóðu fyri tí álopssinnaða partinum, og Allan Mørkøre var við í nógvum. Hann legði upp og skoraði, og tað var týðuligt, at hevði Allan verið við hjá HB alt ár, so hevði breiddin
toppskjúttin hjá Sumba, Nebosja Veljkovic, fram við aftasta manni hjá NSÍ, og tá hann kom fram móti málinum, legði hann uppá tvørs til Mortan í Hørg, sum sendi bóltin í kassan. Mortan í Hørg, sum aftur [...] sær eitt sindur. NSÍ spælir vanliga 4-4-2, men hesaferð hevði hann Johnny Skibenæs, sum einsamallan álopsmann heilt frammi, og síðani hevði hann sett Ian Højgaard og Eddie Mikkelsen at spæla stutt aftanfyri [...] aftur hesaferð var á miðvøllinum hjá Sumba, skoraði annan dystin á rað, og tað er eyðsýnt, at hann við sínum góðum fótbóltsevni fer at fáa alsamt størri týdning fyri liðið úr Sumba. Ofta rangstaddir Runavíkingar
seg ígjøgnum í síðuni, har Suni Jacobsen legði bóltin inn fyri málið. Halldórur Joensen var fyrstur á innlegginum, og hann stýrdi bóltin í kassan. [...] teir vanliga kunna. Men beint fyri hálvleikssteðgin eydnaðist tað heimaliðnum at skora. Halldórur Joensen fekk ein bólt í vinstru síðu, vendi sær á, snýtti ein verjumann og legði so inn fyri málið, har Andreas [...] heimaliðnum púra leysir. Teir høvdu alla hálvuna hjá Skála at renna á, og Brian Jensen og Halldórur Joensen samdust um, at tað seinni skuldi gera málið, sum tryggjaði heimaliðnum sigurin. Ein minutt seinni
spælarar, bara teir eru góðir, sigur hann. Vágamenn spæla annars 1. deildarfótbólt í ár, men tað er við øðrum feløgum. Í HB eru bæði Jens Erik Rasmussen og Johannes Joensen (sum nú er skaddur) millum føstu [...] føstu menninar á liðnum. Í B36 spælir Bjarni Prior, og hann byrjar ofta á vøllinum, hóast hann ikki gjørdi tað hetta vikuskifti. Á Sandi eru eisini tveir spælarar, sum koma úr Vágum. Tað eru Peter Ritter og [...] vóru tveir royndir menn. Torkil Nielsen gjørdi tað til 3-1, og Eyðfinn Davidsen endaði málfestina, tá hann gjørdi tað til 7-1 seint í dystinum. Hóast vágamenn vunnu greiðan sigur, var ikki sama flog yvir spælinum
Føroyamálsdeildini, har eisini framsýning av verkevnum er. Hóskvøldið eru eisini fyrilestrar. Hans Pauli Joensen; Geislavirkni í Føroyum frá bumbuspreingingum og Tjernobyl-vanlukkuni. Arne Nørrevang; Er lívfrøði [...] klokkan10:00, 11:00, 14:00, 15:00, 17:00 og 18:00 greiðir deildarleiðarin á Náttúruvísindadeildini, Hans Pauli Joensen, stutt frá gransking og útbúgving. Somu tíðir greiðir deildarleiðarin á Føroyamálsdeildini
eini 600 fólk, ið fagnaðu tiltakinum. Á skránni vóru yrkingar eftir Pól F. Joensen, Tummas N. Djurhuus, Sverra Djurhuus, Hans A. Djurhuus, Richard Long og Bernhard Brim. Tónleikarar úr Aldubáruni hava [...] eiga. Møguliga tann einasti. Við tulkingum sínum av yrkingum hjá Pól F, ið hann gav út á plátu fyri eini 10 árum síðani, vann hann sær sess á ovastu rók her heima. Var sera nógv frammi árini eftir hetta, [...] pallinum av og á hesi síðstu árini, fyri síðani at stinga høvdið uppundan av og á, sum reið hann á bylgjum, má hann sigast enn einaferð at vera komin uppá ein aldurygg, væl stuðlaður av Aldubáruni.