NSÍ tveir mans útvístar

Fótbóltur: Men runavíkingar vóru leikliga omaná stóran part av dystinum, og teir javnaðu leiðsluna, sum Sumba fekk tíðliga í dystinum

1. deild menn:

Sumba-NSÍ 1-1 (1-0)


Hóast NSÍ hevði nógv spæl stóran part av dystinum, kláraðu teir ikki at vinna dystin í Sumba sunnudagin. Heimaliðið, sum kom á odda í fyrra hálvleiki, hevði harðliga brúk fyri sigri, men teir fingu bert javnleik, tí í seinna hálvleiki fekk NSÍ eitt mál.

Runavíkingar fingu í seinna hálvleiki tveir mans útvístar, men tað tóktist ikki nerva útiliðið so øðiligt, tí teir kláraðu at halda fast um trýstið, sum tó bert gav eitt mál í teirra part.

Sumbingar komu væl frá byrjan í dystinum, tí teir skoraðu longu eftir tveir minuttir. Á miðjum vølli fór álopsmaðurin og toppskjúttin hjá Sumba, Nebosja Veljkovic, fram við aftasta manni hjá NSÍ, og tá hann kom fram móti málinum, legði hann uppá tvørs til Mortan í Hørg, sum sendi bóltin í kassan.

Mortan í Hørg, sum aftur hesaferð var á miðvøllinum hjá Sumba, skoraði annan dystin á rað, og tað er eyðsýnt, at hann við sínum góðum fótbóltsevni fer at fáa alsamt størri týdning fyri liðið úr Sumba.


Ofta rangstaddir

Runavíkingar settu seg á dystin, eftir at Sumba hevði skorað. Teir høvdu so at siga alla tíðina tamarhald á mivøllinum, og teir royndu at spæla fram í síðurnar og stinga fram ímillum til álopsmenninar. Men ofta kláraðu sumbingar at draga runavíkingar í rangstøðu, og taktikkurin, sum Páll Magnar Kjærbæk stýrdi, riggaði væl fyrra umfar. Í seinna hálvleiki ansaðu runavíkingar sær betur, og tað var ikki talan um so nógvar rangstøður.

Venjarin, Trygvi Mortensen, hevði broytt liðið hjá sær eitt sindur. NSÍ spælir vanliga 4-4-2, men hesaferð hevði hann Johnny Skibenæs, sum einsamallan álopsmann heilt frammi, og síðani hevði hann sett Ian Højgaard og Eddie Mikkelsen at spæla stutt aftanfyri Johnny.

Fyrra umfar gav hendan uppstilling einki mál, men í seinna hálvleiki, tá NSÍ hevði fingið fyrra mannin útvístan, javnaðu teir.

Málið kom eftir uppspæl í vinstru, har Eddie Mikkelsen legði uppá tvørs til Ian Højgaard, sum ikki hevði trupult við at senda bóltin í netið.

Frammanundan var miðverjin hjá NSÍ, Kári Sigvardsen, rendur av vøllinum, tá hann sum aftasti á sínum liði feldi ein av spælarunum hjá Sumba, sum ætlaði sær framm við honum. Kári hevði eisini fótin á bóltinum, men dómarin helt, at talan var um greitt fríspark, og so fekk hann reyða kortið.


Mál kolldømt

Hóast NSÍ spældi við 10 monnum, kláraðu teir at halda fast um yvirtakið. Teir stríddust væl um allan vøllin, og teir royndu alla tíðina at bróta ígjøgnum verjuna hjá Sumba. Men heimaliðið, sum dúvaði nógv upp á skjót mótálop, vardi væl, og tað sum verjan ikki tók sær av, kláraði málverjin Fróði Mortensen at fáa bilbukt við.

Átta minuttir fyri tíð noyddist enn ein runavíkingar at fara av vøllinum. Tað var hin miðverjin, Petur Meinhard Jacobsen, sum eftir ein nærdyst við ein sumbing, hevndi seg, og so sendi Kim Ejdesgaard hann undir brúsuna.

Men sjálvt eftir NSÍ vóru blivnir 9 mans, kláraðu teir at samanspæla væl á miðvøllinum og fram móti málinum hjá Sumba. Sjúrður Jacobsen, sum spældi á verjukenda miðvøllinum, spældi í miðverjuni fyri teir báðar útvístu menninar síðstu løtuna.

NSÍ hevði bóltin í málinum hjá Sumba eina ferð afturat, men málið varð kolldømt, tí linjuverjin metti, at bólturin hevði verið uttan fyri baklinjuna, áðrenn innskifti Mortan Hansen sendi innfyri málið, har Eddie Mikkelsen stútaði í kassan. Runavíkingar vóru sera misnøgdir við hendan dóm, men har var einki at gera.

Dysturin endaði tí við javnleiki, og tað var hvørgin parturin rættiliga nøgdur við. Sumbingar høvdu so fegnir viljað havt øll trý stigini, tí tey vóru alneyðug í botnstríðnum. Men Sumba kann í seinasta umfari togað seg fram um ÍF, sum nú liggur tvey stig frammanfyri. Sumba spælir seinasta dystin móti VB, meðan ÍF skal til Klaksvíkar at spæla.



Sumba: Fróði Mortensen ? René Thomsen, Tryggvi Nielsen, Páll Magnar Kjærbæk, Bergur Vinther, Peter Jørgensen ? Spasjoe Biberdzic, Eirikir Joensen, Mortan í Hørg ? Nebosja Veljkovic, Birgir Jørgensen

NSÍ: Dejan Milanovci ? Dánjal Hansen, Kári Sigvardsen, Jákup Martin Jacobsen, Jónstein Petersen ? Sjúrður Jacobsen, Kári Hansen, Helgi L. Petersen ? Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen ? Johnny Skibenæs