Tað kom væl við hjá GÍ, at íslendska landskappingin endaði næstsíðsta vikuskifti, og at Jens Martin Knudsen tískil kom til hús mánadagin.
Metmaðurin á landsliðnum vandi í vikuni við GÍ, sum í vikuni hevði syrgt fyri at fáa spæliloyvið hjá honum upp á pláss, og fram móti vikuskiftinum vísti tað seg, at tað var brúk fyri spæliloyvi og málverja.
Undir venjing hóskvøldið fekk Sunvard Joensen ein orduligan stoyt, og fram móti vikuskiftinum vísti tað seg, at hann var ikki klárur at spæla. Sum vit hava skilt tað, so var talan um ein heilaskjálvta. Sunvard Joensen var sætti fasti maðurin hjá GÍ, sum ikki kundi spæla við í Fuglafirði, men tað var neyvan mett sum serliga stórt afturstig, at Jens Martin Knudsen fór í málið. Jens Martin Knudsen hevði ikki nógv at gera, men onkrar bjargingar vóru, og tær vóru sannførandi.
Tá vit høvdu samband við Gøtu var ikki greitt, um Sunvard Joensen verður tøkur leygardagin, tá B68 fer inn til Gøtu, men um hann ikki verður tøkur, so fer Jens Martin Knudsen aftur at verja málið.
Í síðstu viku segði Jens Martin Knudsen okkum, at fótbóltsframtíðin hjá honum fór at verða avgjørd innanfyri teir næstu fjúrtan dagarnar, og tað vil siga, at tá síðsta leikumfarið verður liðugt, og landsliðið fer til Kekkia, tá fara vit eftir øllum at døma at vita, hvar Jens Martin Knudsen fer at spæla komandi ár.










