EB/Streymur yvirlivdi

Fótbóltur: Vunnu botndystin móti Skála 3-0

2. deild menn:

EB/Str.-Skála 3-0 (1-0)


EB/Streymur bjargaði sær lívinum í 2. deild, tá teir vunnu botnuppgerðina móti Skála leygardagin.

Setningurin hjá sundalagsmonnum var einfaldur, teir noyddust at vinna fyri at verða verðandi í deildini, og tað kláraðu teir eisini.

Skála legði annars harðliga fyri, og fyrsta partin av dystinum trýstu teir óført, men teir komu ikki til nakrar málkjansir, og tað tóktist sum stóra trýstið kostaði nógva orku, og í seinna hálvleiki var ikki sama ferð yvir spælinum hjá Skála.

Tað var rættiliga eyðsýnt, at heimaliðið leið meira undir, at dysturin hevði stóran týnding. Tað tóktist sum um fleiri av spælarunum høvdu nervar, og tí ikki spældu upp til tað, sum teir vanliga kunna.

Men beint fyri hálvleikssteðgin eydnaðist tað heimaliðnum at skora. Halldórur Joensen fekk ein bólt í vinstru síðu, vendi sær á, snýtti ein verjumann og legði so inn fyri málið, har Andreas Dahl stútaði bóltin í kassan.

Í seinna hálvleiki var talan um skotgravakríggj. EB/Streymur legði nógv orku í at verja sína leiðslu, og tað gav Skála fittan part av spælinum, men útiliðið kom ongantíð upp í ferð, og so var tað trupult at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá EB/Streymi.

Tá tríggir minuttir vóru eftir at spæla fekk Skála fríspark í vinstru síðu. Teir sendu allar sínar mans fram fyri at fáa útjavnandi málið. Bólturn varð sendur innfyri, men tað vóru teir á heimaliðnum, sum vóru fyrstir á, og tá bólturin síðani varð stútaður út frá gjørdust tveir mans á heimaliðnum púra leysir. Teir høvdu alla hálvuna hjá Skála at renna á, og Brian Jensen og Halldórur Joensen samdust um, at tað seinni skuldi gera málið, sum tryggjaði heimaliðnum sigurin.

Ein minutt seinni eydnaðist tað EB/Streymi at spæla seg ígjøgnum í síðuni, har Suni Jacobsen legði bóltin inn fyri málið. Halldórur Joensen var fyrstur á innlegginum, og hann stýrdi bóltin í kassan.